Skip to main content

Tveir filmar í Løksbio sunnudagin


Biografurin Løksbio hevur longu havt nakrar sýningar í Løkshøll, m.a. The Islands and the Whales hjá Mike Day.

Sunnudagin verða tvær sýningar í Løksbio.

Bárður Højgaard, sum er mentanar- og ítróttarsamskipari í Runavíkar kommunu sigur, at við filmstiltakinum Løksbio, royna tey at vísa góðar nýggjar filmar í Løkshøll eftir sama mynstri sum Filmsfelagið.


- Í Løksbio vísa vit filmar, sum ikki bara eru bumbur og action, og royna eisini at leggja okkum eftir øðrum filmum, enn bert teimum við enskari talu, sigur Bárður Højgaard.


Komandi sunnudag 25. juni verða tveir filmar vístir í Løksbio. Fyrri filmurin verður klokkan 16. Tað er hin franski Læknin frá Chaussy. Seinni filmurin verður vístur klokkan 20. Tað er hin ofta virðislønti íslendski coming-of-age-filmurin Hjartasteinn við enska heitinum Heartstone. Báðir filmar verða vístir við donskum undirteksti.

Eftir hesar báðar sýningarnar sunnudagin fer biografurin Løksbio í summarferiu.

Myndirnar omanfyri eru úr íslendska filminum, sum er upptikin á Eysturlandinum. Niðanfyri sæst plakatin fyri franska filmin.