Á triðja sinni skipar Filmsfelagið fyri Filmsdøgum í Felag í Havnar Bio. Tiltakið, sum er í døgunum 20.-24. september, er í ár bygt út við Barnabio og Eldrabio.
Fimm kvøld á rað verða nýggir altjóða filmar frumsýndir í høli 1.
Teir eru hin svenski KEMPAN (Jätten, Johannes Nyholm 2016), amerikanski heimildarfilmurin CITY OF GHOSTS (Matthew Heineman 2017), bretski TULIPANFEPUR (Tulip Fever, Justin Chadwick 2017), finski LJÓS Í MYRKRI (Toivon tuolla puolen, Aki Kaurismäki 2017) og hin eysturríkski filmurin STEFAN ZWEIG: FARVÆL EVROPA (Vor der Morgenröte - Stefan Zweig in Amerika, Maria Schrader 2016).
Vanligi prísurin at síggja ein film, er 90 krónur. Men verða atgongumerki til allar fimm filmarnar keypt í senn við skivuna í biografinum, so er samlaði prísurin 300 krónur. Havnar Bio letur upp klokkan 14.
Teir eru hin nýsælandski PATRIARKURIN (Mahana, Lee Tamahori 2016), japanski EFTIR ILLVEÐRIÐ (Umi yori mo mada fukaku, Hirokazu Koreeda 2016) og hin nýggi filmurin hjá danska Erik Clausen, ALDRIG MERE I MORGEN (2017).
Vanligi prísurin at síggja ein film, er 90 krónur. Men verða atgongumerki til allar tríggjar filmarnar keypt í senn við skivuna í biografinum, so er samlaði prísurin 180 krónur. Havnar Bio letur upp klokkan 14.
BARNABIO vísur í somu døgum tveir nýggjar filmar í høli 1 og høli 2 í Havnar Bio.
Teir eru Pixar filmurin CARS 3 í 3D (2017) og THE LEGO NINJAGO MOVIE (2017). Til hesar báðar filmar, sum verða sýndir fleiri ferðir, bæði í høli 1 og í høli 2, í 2D og í 3D og á donskum og enskum, er atgongumerkjaprísurin 90 krónur til hvørja sýning.