Dagin fyri Fjúrtanda hevur Virgar Vitri av Viralienburg gjørt støðuna upp í Tjóðveldisførjum. Hoydalsslektin er við Høgna dottin níður á lægsta pláss, og er nú í so stórum niðurflytingarvanda, at allar veddingarfyritøkur á Ørslevleiðini nokta at handla, vísa til Faxe Ladeplads og minna á at tíðin við Olsen Banden er farin. Men á ovastu rók stendur undirritaði við sjey stigum, eitt stig framman fyri Rana Nolsøe, fyri at orkestrera Tjóðveldisførjar á heimavødli. Okkum báðum sigursvissu á baki koma Jörgin Árnason Við Úlvsá, Kristina Háfoss og Jonhard Mikkelsen hvør við sínum fýra stigum. Á einum tvídeildum triðja plássi standa Tróndur í Gøtu og Carl Jóhan Jensen, við trimum Virgarseinglum í hendi. Erlendur, Sirið og Balle fáa tvey stig, og á niðasta plássi, sum nú - sambært virgarskum vitramannatosi er rætta plássið fyri Høgna Hoydal við bara einum stigi - eru eisini Che Guevara, Papmaché, Djengis Khan, Magni Arge og Árni Dahl. Soleiðis er støðan upp undir fjúrtandakappingina, sum nú verður skotin í gongd av flatlondum. Úr tinghústjadlaranum seta vit yvir til Túdvarpið!