Skip to main content

Eftirmæli í almenna rúminum


Gunnar Onghamar, sum er úr Havn, sendi mær í dag eina mynd úr avísini, Nordjyske Stiftstidende, sum hann til gerandis skrivar fyri. Orsøkin er dagsins tekning hjá Jens Julius Hansen (f.1950), sum bara kallar seg Julius.

Í dag teknar hann uppskriftina at savna eina kistu, nú Ikeastovnarin, Ingvar Kamprad, er deyður 91 ára gamal.

Vágið og kanska ósømiligt, tí vit altíð halla til latínska orðatakið, De mortuis nil nisi bene, um tey deyðu einki annað enn gott.

Hinvegin er tekningin hugvekjandi beinrakin og hevur eitt alment gyldi hjá øllum teimum, sum hava verið í infernohandlinum og aftaná roynt at savna skáp, borð, bríkir og sofur.

Norski sangarin Ole Paus (f.1947) gjørdi í 1979 ein satiriskan sang, I en sofa fra Ikea, sum lýsir ranguna á brúkarasamfelagnum og samstundis var eitt aftursvar til sosialrealistisku filmarnar hjá norsku Wam & Wennerød um sama mundið.

Danski Julius, sum enn er frammi og reiðiliga tað, er upprunaliga skúlalæri, og átti eina av teim tólv donsku satirutekningunum av Muhammed, sum Jyllands Posten valdi at prenta í 2005. Men hann teknar eisini klatrinissur til borgarlig heim á jólum.

Meðan norðurjútska dagspressan er vágin, er norðurføroyska pressan knapt so vágin.

Millum framhaldssøgurnar hava tey nú funnið eitt nýtt eftirmæli at prenta og selja á pappíri. Tað eru allir útlendskir fótbóltsspælarar síðan 1988, síðu upp og síðu niður. Tað er beint til køliskápshurðina, hvat tá?

Hvat verður næsta eftirmælið, sum pressan, ið týðuliga er komin undir farg, fer at seta á prent? Agn- og húkaleverandørar fyri og eftir Bollagrynnuna?