Skip to main content

Kommuna skjýtur 150.000


Tá tú sum føroyskur lesari til gerandis leitar á útlendskum, tað er donskum, at fáa eitt nøkurlunda uttanríkispolitiskt yvirlit at kunna fylgja við í, hvat sambært betaltu miðlunum fer fram úti í heimi, kann verða áhugavert at síggja orðavalið hjá fremmandu pressuni og halda tað upp móti okkara egnu.


Meðan Jyllands Posten umvegis Ritzau í morgun kann bera tey gleðiligu tíðindi, at nú eru 2000 fangar náðaðir í Etiopia, kann Danmarks Radio umvegis somu tíðindastovu upplýsa okkum um, at danskar kommunur hava skotið 150.000 í Esport. Eg mundi fingið morgunkaffi í rangastrúpan. Skotið 150.000. Er tað í fólkakommununi Esport í Norðurkorea upp undir vetrarleikirnar south of the border? Meira morgunkaffi. Svølgi og sanni, at hetta er sum tá morð, neyðtøkur og terroratsóknir verða blástar upp í føroyskum miðlum, sum var tað ein frælsisfylking til frama fyri fríðgering av Tjørnuvík. Til eg lesi nærri og svølgi. Tað er bara pressan. Hesin altjóða pestilensur, sum setur orð til sølu. Keypsorð.