Tað er eingin endi á, hvat tey finna uppá á undirvísingarportalinum Snar. Í dag sæst, at nú er heimsins fremsta fótbóltskapping byrjað í Russlandi. Fram til miðjan juli kappast fremstu fótbóltslandslið um heimsmeistaraheitið í fótbólti. 32 landslið kappast á 11 leikvøllum í vestara parti av Russlandi. Soleiðis stendur í innganginum á nýggjasta tema, sum Snar nú skjýtur upp til undirvísing.
Umframt fótbóltsyvirlit, er heilsan frá føroyska sendimanninum í Moskva og tað nýggjasta um russiska marknaðin, sum keypir mesta fiskin úr Føroyum.
Á nýggju temasíðuni verður í stuttum farið gjøgnum søguna um FIFA og heimsmeistaraheitið. Sum frá líður verða nøkur landslið og nakrir leikarar nærri lýst. Eisini fer HM-endaspælið at verða lýst úr einum føroyskum sjónarhorni.
Her er temasíðan á Snar, sum fer at lýsa HM í fótbólti í Russlandi: http://snar.fo/hm2018/