Skip to main content

Posts

Showing posts from September, 2018

Havnin er í einum góðum stima

Havsins fruktir er lokkandi heitið á Barbara Fish House, sum fríggjakvøldið hevði fasta matskrá. Fyrimyndin er úr fronskum, Les Fruits de mer , ið sipar til el marisco , sum spaniólar kalla skeljadjór úr sjónum. Ein hugmynd, sum vit best kenna úr bóndans haga, og sum fevnur um tað, ið hagin kastar av sær, og borðið kann bera um heystið. Síðan aldarskiftið hevur matgerðin flutt seg, og ikki sjálvdan tengja við hugtakið list afturat henni, so vit fáa matlist á borðið. Býtt út á trý evni, skeljafiskur, heystskurður og bankatoskur, skipa matstovurnar Heima í Havn fyri temakvøldum. - Endamálið við hesum fríggjakvøldum er at hækka gastronomiska støðið hjá kokkum, tænarum og hjá gestunum, soleiðis at tilvitið um góðar, burðardyggar føroyskar rávørur økist, og øll í felag menna gastronomisku kollveltingina her á landi, siga Johann Mortensen, stigtakari, og John Mikkelsen, matstovuleiðari, sum bjóðar innar. Kokkur í kvøld er Kári Kristiansen úr Kollafirði. Tá móðurmálsdagur var h...

Geytin sjeyndu ferð í 2019

Norðurlandahúsið skipar aftur fyri Geytanum leygarkvøldið 23. februar í 2019, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. Í tíðindaskrivið í dag sigur Norðurlandahúsið, at Geytatiltakið er heilt vist best eydnaða átak at varpa ljós á nýggjan føroyskan stuttfilm. Nýggj nøvn leggjast til á hvørjum ári, og tey, sum fyrr vunnu Geytan, eru nú farin undir størri filmsætlanir, fleiri í fullari spælifilmslongd. Um forsøguna til Geytan verður sagt, at tað var stjórin í Norðurlandahúsinum, sum heitti á formannin í Filmsfelagnum at menna konseptið við einum filmskvøldi. Í samráð við familjuna varð navnið Geytin valt. Niðanfyri sæst abbasonurin, David, sum eftir uppskoti, frá mammuni, Astrid, tilvirkaði standmyndina. Tiltakið, sum skuldi vísa eitt úrval av aktuellari føroyskari filmsgerð, varð fyrstu ferð hildið undir navninum Geytin í Norðurlandahúsinum fyri jól í 2012. Eina tíð vóru trettan...

Dreymar við havið í Woodstock

Hóast myndin er hvítarussisk, eru dagsins gleðiboð úr Føroyum, at nú verður fyrsti filmurin í spælifilmslongd hjá Sakaris Stórá,  Dreymar við havið, frumsýndur í USA. - Tað verður á altjóða filmsstevnuni Woodstock, USA, sigur framleiðarin, Jón Hammer, í dag. Myndina omanfyri tók hann á Northern Lights filmsstevnuni í Minsk í Hvítarusslandi í apríl í ár. Her er brot úr skránni fyri nítjandu filmstevnuna í Woodstock, har norðuri í New York í USA: Alternativa amerikanska filmsstevnan í Woodstock hevur nítjan ár á baki, og er kend fyri at leggja dent á sjálvstøðugan, independent , film. Í 2014 varð stuttfilmurin Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá sýndur á somu stevnu. Árið fyri hevði Meira Blaustein, sum er knýtt at Woodstockfestivalinum, verið altjóða Geytadómari í Norðurlandahúsinum. Her sæst hon saman við Bjørn Kalsø, landstýrismanni við mentamálum. Dreymar við havið luttekur saman við sjey øðrum filmum í World Cinema kappingini í Woodstock, sum er sami staður, har The Ba...

Síðsummar

Í dag lukkaðist at fáa eitt dism av nýfalnum kava millum fingrarnar. Tað var undir Sornfelli, so langt niðan tú sleppir í bili. Vegurin fer í tvey, annar heldur fram niðan í Sornfelli, og hin fer til høgru, har til ber at parkera, ganga longur niðan á, ella bara njóta sjónina henda kalliga síðsummarsunnudag við liggjandi támi og skiftandi ljósi í allar ættir. Hóast nógv ferðafólk er á vegnum, onkur súklari eisini, so er vegurin mosagrógvin, har skeltið bannar almennari ferðslu. Umframt norðurlendsk ferðafólk eru eisini ferðafólk úr Eysturevopa í føroyskum leigubilum. Útsýnið vestur í hav, yvir Vágafjørð, Vestmannasund og Vágar, og niður í Gjáarbotn, er framúr. Sama er norðureftir. Ein frálíkur útsiktspallur hjá ferðafólkinum, sum vil ein stuttan avstingara úr Havnini. So er at parkera og ganga stutta teinin niðan móti inngongdini til gomlu støðina hjá Nato og donsku loftverjuni á Sornfelli. Eg velji at halda, at forboðsskeltið á vegnum bara galt bilar. ...