Í dag lukkaðist at fáa eitt dism av nýfalnum kava millum fingrarnar. Tað var undir Sornfelli, so langt niðan tú sleppir í bili.
Vegurin fer í tvey, annar heldur fram niðan í Sornfelli, og hin fer til høgru, har til ber at parkera, ganga longur niðan á, ella bara njóta sjónina henda kalliga síðsummarsunnudag við liggjandi támi og skiftandi ljósi í allar ættir.
Hóast nógv ferðafólk er á vegnum, onkur súklari eisini, so er vegurin mosagrógvin, har skeltið bannar almennari ferðslu.
Umframt norðurlendsk ferðafólk eru eisini ferðafólk úr Eysturevopa í føroyskum leigubilum. Útsýnið vestur í hav, yvir Vágafjørð, Vestmannasund og Vágar, og niður í Gjáarbotn, er framúr. Sama er norðureftir. Ein frálíkur útsiktspallur hjá ferðafólkinum, sum vil ein stuttan avstingara úr Havnini.
Hóast Nato- og loftverjuvirksemið er hildið uppat, er virksemið ikki einki. Antennur eru settar upp, og helst er ein endi brúktur at hála útgerðina niðan á fjallarøðina. Tað ræður um at vera íbundin.
Men friðartíð valdast. Við inngongdina til støðina, og undir gomlu rustaðu flutningsbreytini niðan á, er lopið so mikið av gróti oman, at eg aftrist og vendi. Skeltið ávaraði eisini bilarnar um, at her var leyst grót. Eftir árstíðini er rættuliga kalt, og fyrsta dagin verður líggjari aftur, so brátt kann alt losna í erva. Hetta er ikki at spæla við.
Her er sýnið móti Hestsfjørði, Fjallið millum Botnar í tveim ljósbrotum við kava á vestursíðuni.
Sýnið oman í Mjørkadal og Kaldbaksfjørð og Oyggjarvegin við teim mongu ferðabilunum er hugtakandi támut.
Best er at sleppa sær í bilin aftur og hava radarkuplarnar í bakspeglinum.
Og nakrar metrar longur niðri er aftur okkurt, sum fer fyri fjarlinsuna í skiftandi ljósinum yvir oyggjarnar í síðsummartáminum. Kavatindar. Nú hvíta teir, tindarnir fyri norðan.
Men beint við eru eisini síðsummarmyndaevni. Smali vegurin frá kalda krígnum og niðan á Sornfelli hevur í støðum verið sundurstøkkin, men er nú umvaldur við bindandi betongi í høgru síðu.
Yndismotivið er rustaða autoverjan við snippinum á Sneis í baksýni.
So eru vit niðri á sløttum aftur, á Oyggjarvegnum, sum er blivin ein ferðafólkamagnet, í Mannafelsdali við Ívarssteinar.
Suðureftir, framvið støðini í Mjørkadali, sum er fangahús við heimsins bestu útsikt, og ein avstingara inn í vindmyllulundina hjá SEV við Kleynsvarða í Húsahaga, har tey løða battaríni, nú summarið gekk undan. Gott at verða ferðafólk í egnum landi.