Skip to main content

Dreymar við havið í Woodstock


Hóast myndin er hvítarussisk, eru dagsins gleðiboð úr Føroyum, at nú verður fyrsti filmurin í spælifilmslongd hjá Sakaris Stórá, Dreymar við havið, frumsýndur í USA. - Tað verður á altjóða filmsstevnuni Woodstock, USA, sigur framleiðarin, Jón Hammer, í dag. Myndina omanfyri tók hann á Northern Lights filmsstevnuni í Minsk í Hvítarusslandi í apríl í ár. Her er brot úr skránni fyri nítjandu filmstevnuna í Woodstock, har norðuri í New York í USA:


Alternativa amerikanska filmsstevnan í Woodstock hevur nítjan ár á baki, og er kend fyri at leggja dent á sjálvstøðugan, independent, film. Í 2014 varð stuttfilmurin Vetrarmorgun hjá Sakaris Stórá sýndur á somu stevnu. Árið fyri hevði Meira Blaustein, sum er knýtt at Woodstockfestivalinum, verið altjóða Geytadómari í Norðurlandahúsinum. Her sæst hon saman við Bjørn Kalsø, landstýrismanni við mentamálum.


Dreymar við havið luttekur saman við sjey øðrum filmum í World Cinema kappingini í Woodstock, sum er sami staður, har The Band spældu inn eina kenda pláta í 1968, Music from Big Pink, og víðagitna tónleikastevnan varð hildin árið eftir.

Filmurin eftir Sakaris Stórá, Dreymar við havið, sum hevði almenna føroyska frumsýning í Filmsfelagnum í Havnar Bio 6. september í 2017, er longu sýndur á nógvum filmsstevnum kring heimin, har hann hevur verið sera væl móttikin. - Millum annað í Íslandi, Italia, Týsklandi, Noregi, Svøríki, Danmark og Kekkia. Føroyska sendistovan í Russlandi skipaði fyrr í ár fyri sýningum í Moskva, Skt. Pætursborg og Pskov, har filmurin eisini varð sera væl móttikin, og í apríl setti Dreymar við havið filmsstevnuna Northern Light Film Festival í Hvítarusslandi, upplýsur framleiðarin. - Í september verður hann sýndur í Nuuk í Grønlandi, og í oktober á altjóða filmsstevnuni í Riga í Lettlandi, sigur Jón Hammer.

Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði handritið, og Fish&Film og Adomeit Film framleiddu filmin.

Sakaris Stórá er farin undir at skriva næsta filmin, sum eftir ætlan skal takast upp í 2019. Filmurin ber arbeiðsheitið Oktober, sigur Jón Hammer í dag.