Skip to main content

Eftir jólaseyði á Mannaskarði


Stytsta dag eru vit eftir jólaseyði við Mannaskarð. Soleiðis er heitið á gøtuni við Námskjallaran, sum yvir av Akstovuni fer oman av Hoyvíksvegnum millum Mentamálaráðið og heilsøluna hjá Poul Michelsen. Mannaskarð, á sløttum og mest sum mitt í Havn.


- Her eru tey, sigur starvsfelagin, Sigfríður, um tey bæði árligu sundurlimaðu jólakrovini, sum hann hevði við av Eiði í morgun.

- Tvey veðurlomb, lembd í Kollinum. Hava annars gingið í Svínabotnum, sum eru tveir, og við Foldarskarð fyri Norðan, sigur Sigfríður, meðan posarnir skifta bagasjurúm í bilunum, hansara og mínum við gøtuna Mannaskarð. Tilsamans tveyogfjøruti kilo.


Á Føroyakortinum niðanfyri, sum Rói Højgaard teknaði fyri Nám í 2014, er klipt frá Eiðisflógva til Djúpini. Kollurin sæst til vinstru, og mitt fyri í kortklippinum, norðanfyri Slættaratind og Bláberg, síggjast Svínabotnur undir Mansseturi, og Foldarskarð, millum Gráfelli og Sandfelli. Reyðu strikurnar eru kommunumørk.