Skip to main content

Teitur á TV2 sunnukvøldið


Umboðsmaðurin hjá Teiti, Christian Ulf-Hansen, boðar í dag frá, at klokkan sjey sunnukvøldið okkara tíð og seks vikur fram verður Teitur við í TV2-sendingini Toppen af Poppen. Við í sendingini eru eisini Anders Blichfeldt, Cæcilie Norby, Carl Emil Petersen , Chief 1, Kwamie Liv og Medina.


- Just to let you know that a couple of months ago, our Faroese nano legend Teitur filmed the popular TV show, Toppen af Poppen. Hope you get to see some of the show, and be proud of your Faroese ambassador. Spread the word, sigur Christian, sum eg avmyndað í Studio Bloch beint fyri G!festivalin í 2013, tá amerikanski Matthew Workman, sum sæst niðanfyri, eisini var við, eins og semi-gøtumaðurin úr Silkeborg í Nephew, Simon Kvamm, eisini var við ta ferðina. G!festivalurin er nú nakað heilt serligt, akkurát sum Teitur eisini er tað. Gott við G og Teiti og øllum felagsskapi, sum definerar okkum sum mentan og ikki bara sum tjóð.