Skip to main content

Fotolist í Listasavninum


Fríggjadagin letur upp ein sjáldsom framsýning við føroyskari, íslendskari og danskari fotolist. Sjáldsom í sjálvum sær, tí fotoframsýningar burturav hava ikki verið í Listaskálanum alt tað eg minnist, kanska ongantíð.

Less is North er spælandi heitið á framsýningini, sum er opin frá fríggjadegnum, um jólini og heilt til 19. januar.


Meðan politiskar samráðingar eru um sokallaðar etiskar spurningar, ið sum skilst ikki er óetisk fíggjarlóg, óetisk heilsa ella óetisk fiskivinna, men abortur, kynsskifti og samkyndleiki, sum skulu fáast aftur á rætta etiska partapolitiska eftirlitsleið, so kunnu vit á hesum einasta alment stuðlaða listapalli í landinum uppliva ein íslendskan kvinnuliga fotograf, Hallgerður Hallgrímsdóttir (f.1984), sum hevur haft sex við huldufólki og vættrum og í smálutum lýst í bók, hvussu avgongurnar komu og hvussu sáðgóðskan og -liturin hjá jólavættrunum var. Tað er alt til skjals í bókini Please YoursELF. A Short Guide To Having Sex With Elves in Iceland, sum kom út á jólum í 2005. Bókin, sum er ein av seks hjá Hallgerð, kom rímiligvís í bretsku avísirnar.


Hallgerður, sum hevur havt hópin av framsýningum við landslagsfotolist, er útbúgvin í Göteborg, Glasgow og Reykjavík. Netmiðilin Artquest lýsir hennara avrik sum eitt spæl við fotomiðilinum: "toying with the language of her medium, disrupting perceptions of established Icelandic photography and drawing attention to everyday non-events."

Listasavnið skrivar á heimasíðuni, at innihaldið á framsýningini Less is North er minimalistiskar landslagsfotomyndir. Hóast heitið ikki er logiskt, hevur tað kortini ein poetiskan rætt í mun til innihaldið. Harafturat kemur, at heitið eisini rúmar eini skemtiligari heilsan til tað víðakenda slagorðið Less is More hjá stóra minimalistinum í modernistiskari byggilist, Mies van der Rohe. Hansara útsøgn er seinni vorðin skemtiliga bronglað av yngri arkitektum: Less is a Bore (Robert Venturi) og Yes is More (Bjarke Ingels). Við framsýningini Less is North eru vit aftur við útgangsstøðið, sigur Listasavnið í skemtiligu innbjóðingini.


Umframt verk eftir íslendsku Hallgerður Hallgrímsdóttir, eru eisini fotoverk eftir danska Per Bak Jensen (f.1949), sum er fyrsti fotografur, ið er útbúgvin á Kongaliga Danska Kunstakademinum, og okkara egna Inga Joensen (f.1953), sum er útbúgvin á Danmarks Designskole, og sambært heimasíðuni hjá Listasavninum, er mest virdi fotolistamaðurin í Føroyum. Danski Per Bak Jensen verður á sama staði lýstur sum undangongufólk innan fotolist í Danmark. Teir hava báðir haft hópin av framsýningum og givið út fleiri fotobøkur. Um Inga ber lættliga til at siga, at hann eigur bestu grafisku metingarevni í innlendsku prent- og desain vinnuni.


Innbjóðandi teksturin hjá Listasavninum sigur, at ikki bara eru listafólkini norðurlendsk, men er hetta eisini galdandi fyri teirra myndevni. Øll trý hava eina minimalistiska tilgongd til fotolistina, og júst hon undirstrikar dámin av tilgjørdari mynd heldur enn bara eini veruleikaendurgeving. Samstundis hava tey trý fotolistafólkini teirra persónliga eygleiðingarhátt, og á tann hátt geva verkini á framsýningini hvørjum øðrum við- og mótspæl innan fyri minimalistisku hillina í fotolistini, sigur Listasavnið um framsýningina, sum letur upp fríggjadagin