Nýggjasta heystroynd hjá Filmsfelagnum er at vísa film hvørt mikukvøld. Við yvirskipaða endamálinum at síggja film í felag, fara úrvaldu fjúrtan filmarnir hetta til jóla at lýsa menn á filmi og kvinnur á filmi, mannfólkafilmar og kvinnufilmar, um tú vilt.
Heimildarfilmurin um Maradona og virðislønti norski filmurin ”Út at stjala ross” eru millum fyrstu mannfólkafilmarnar. Danski ”Kollision”, sum byrjar við útsýninum hjá einum tyrluskipara í Føroyum, nemur við rættindini hjá einum pápa, tá húskið kollsiglur. Sami sorgartráður verður tikin upp í íslendska arthouse filminum ”Hvítur, hvítur dagur”.
Ævisøguligi filmurin um Judy Garland við Renée Zelwegger í høvuðsleiklutinum og spanski ”Carmen og Lola” um forbodnan kærleika, eru tveir av kvinnufilmunum í heyst.
Stóru leikstjórarnir, Almodóvar úr Spania og Petzold úr Týsklandi, eru umboðaðir við hvør sínum filmi millum menn og kvinnur, ”Pína og heiður” og ”Transit”.
Í Filmsfelagnum fer Kringvarpið hetta skeiðið eisini at frumsýna nýggjan film um country í hjørtunum á monnum í Føroyum. Seinni verður filmurin sendur sum stuttrøð í sjónvarpi. Tveir tónleikafilmar, annar við Roger Waters, og hin við Metallica, fara eisini at verða sýndir. Hesin seinni er enn ikki upptikin, hóast hann verður sýndur 9. oktober, so feskur er hann.
Ætlaða triðja tema, sum verður sett á skrá í Filmsfelagnum eftir ársskiftið, eru ymsar tilgongdir at lýsa holocaust, m.a. við nýggja satiriska filminum ”JoJo Rabbit” og ævisøguliga ”Radegund - A Hidden Life” eftir meistaran Terrance Malick.
Elsta felag í landinum
Filmsfelagið er elsta felag í landinum, ið hevur filmsýningar sum áhugamál og virksemi. Umframt Havnar Bio samstarvar Filmsfelagið við filmsframleiðarar kring landið, SALT, Løkshøll, Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF), Tórshavnar Film Festival (TÓFF) og annars øll, ið vilja sýna film fyri fólki í felag. Havnar Bio hevur fingið loyvi frá nevndini í gamla Filmsfelagnum, at sleppa at brúka heitið á felagnum, og at velja filmar við ráðgeving frá gomlu nevndini og filmshugaðum annars.
Heystskrá 2019
Ikki er neyðugt at tekna limaskap fyri at síggja úrvaldu arthouse filmarnar í Filmsfelagnum. Alt um filmarnar er at finna á Facebookprofilinum hjá Filmsfelagnum. Atgongumerki fáast við skivuna í Havnar Bio og á netinum bio.fo/filmsfelagið.
Í løtuni eru tað Birgir Kruse og Ole Wich, sum mynda Filmsfelagið og skipa skránna saman við Jákup Eli Jacobsen, leiðara í Havnar Bio, og øllum, sum hava áhuga at síggja og vísa film.
Mikudagin 4 september kl 20:00 Diego Maradona
(Asif Kapadia 2019, Bretland 130 min, Suni Merkistein innleiðir)
Mikudagin 11 september kl 20:00 Pína og heiður
(Dolor y gloria, Pedro Almodóvar, Spania 2019 113 min)
Mikudagin 18 september kl 20:00 Transit
(Christian Petzold, Týskland 2019 101 min)
Mikudagin 25 september kl 20:00 Eg reið mær avstað - country í Føroyum (Suni Merkistein, KVF 2019 130 min, Ivan Hentze Niclasen innleiðir)
Mikudagin 2 oktober kl 19:30: Roger Waters: US+THEM
(Sean Evans, Bretland 2019 135 min)
Mikudagin 9 oktober kl 19:30: Metallica & San Francisco Symphony S&M2
(Wayne Isham, USA 150 min)
Mikudagin 23 oktober kl 20:00 Út at stjala ross
(Hans Petter Moland, Noreg 2019 120 min, Kim Simonsen innleiðir)
Mikudagin 30 oktober kl 20:00 Kollision
(Mehdi Avaz, Danmark 2019 112 min)
Mikudagin 6 november kl 20:00 Judy
(Ruper Goold, Bretland 118 min)
Mikudagin 13 november kl 20:00: Carmen & Lola
(Arantxa Echevarria, Spania 2018 103 min)
Mikudagin 20 november kl 20:00 Honeyland
(Kotevska & Stefanov, Makedonia 2019 87 min)
Mikudag 27 november kl 20:00 Claire Darling
(Julie Bertuccelli, Frakland 2018 94 min)
Mikudag 4 desember kl 20:00 Surprise filmur
TBA
Mikudag 11 desember kl 20:00 Hvítur, hvítur dagur
(Hlynur Pálmason, Ísland 2019 109 min)