Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2019

Glaðir høvundar

Tveir glaðir høvundar, ein vælupplagdur og til høvið framúr giraður intervjúvari og besti føroyski tekstahøvundur á plátu, grammofonplátu, við betri rødd enn eg havi hoyrt hann hava havt í fleiri ár - og so útgevarin, Sprotin, ið er samheiti við Jonhard Mikkelsen úr Vestmanna, sum er umboðaður av Sjúrði Ravnsfjall, ið sigur vælkomin og leiðir okkum gjøgnum kvøldið, ella wilkommen, fyri at krøkja í leikin Cabaret , sum nú verður settur upp á heimapalli á Glasi. Tað grør um gangandi fót í Føroyum. Tað er alt í sjálvum sær dømi um, hvar eg so hyggi, sloti ella raki við eitt upplivilsi, sum kanska var púra óvæntað. Privata engasjemangið er so ovarlaga og frammalaga á øllum pallum, at eg sakni slettis ikki tær almennu Mentaføroyar, hvørjar tær so eru, tí hetta er metta fyri allar munnar, nú mentanin munnaði sær á við orðum og tónum í Reinsarínum. Og fult hús er. Ikki fúlt, sum lýsingadeildin hjá Sprotanum lokkar og Jóanes aftur argar við. Í øllum eyðmjúkleika er hetta b...

Verkir í morgin

Í morgin og ovurmorgin verður føroyski heimildarfilmurin Verkir sýndur á árligu filmstevnuni í  L ü beck. Týska heitið er Wehen .  Onnur týsk heiti, sum knýta seg til Føroya, hóast leikur fer fram í Kabul, er Das Waisenhaus , sum er týska heitið á spælifilminum The Orphanage , sum Jón Hammer, longst til høgru á myndini niðanfyri, hevur verið við til at gera. Leikstjóri er Shahrbanoo Sadat úr Afganistan og fotografur er Virginie Surdej, sum í fleiri førum hevur filmað fyri Sakaris Stóra, sum eisini sæst á myndini niðanfyri, ið er tikin í  L ü beck  í 2017, tá hann sýndi Dreymar við havið . Katja Adomait, sum í báðum førum er høvuðsframleiðari, sæst longst til vinstru. Gásadalsfilmurin, sum hevur svenska heitið  Fågelfångarens son , verður sýndur fýra ferðir meðan norðurlendska filmstevnan er í Hansabýnum  L ü beck í ár . Tað verður undir týska heitinum Der Sohn des Vogelfängers. Við yvirskriftini " Verkir er sjáldsama væleydnaður filmur...

Millum filmar

Týsdagin fer Norðurlandahúsið at vísa á stórskíggja í Dansistovuni, hvussu gongst, tá ársins fimm norðurlendsku filmar dystast um norðurlendsku Filmsvirðislønina, sum er 350.000 krónur. Í ár er tað 22 ára gamla suðursámiska Lena Cecilia Sparrok sum handar filmsvirðislønina. Hon hevði briljanta høvuðsleiklutin í svenska filminum Sameblod , sum Amanda Kernell gjørdi í 2016 og Heðin M. Klein innleiddi í Filmsfelagnum. Sjálvur havi eg sæð tríggjar av teim fimm tilnevndu filmunum. Danska filmin Dronningen sá eg í Filmsfelagnum 27. mars í fjør, tá Bárður Højgaard innleiddi. Tá hevði filmurin longu vunnið heimsins størstu filmsvirðisløn, svensku Dragon Award, sum er ein millión krónur. Dronningen er advokatur og umboðar makt, kryddað við ómtandari greði, í donsku yvirstættini. Tað hugtakandi við Dronningen er at kvinnur hava gjørt filmin. Allan vegin ígjøgnum. Í somáta helt eg Holiday vera enn áhugaverdari og í nógv størri mun hava tørv á at verða lyftur fram, sum ein tílík tilnevn...

Heystkvøld í Havn

Tað er heyst, og eftir klokkuni er summartíðin um at renna út, soleiðis sum vit síggja hana hiðanifrá, verðina og tíðina. Tað er fríggjakvøld, John Mikkelsen tekur ímóti og bjóðar til heystkvøld, sum er næstsíðsta tiltak á gastronomiska kalendaranum í ár. Við Áarstovubrøðrunum í túninum eru hesi hús eitt ikoniskt eyðkenni har vágin, Kongabrúgvin, gamli býlingurin úti á Reyni og so høvuðstaðurin, sum hann leggur seg út fyri tí ferðandi eftir Áarvegnum, niðan á Vaglið og oman í hina vágna, verða bundin saman. TripAdvisor, sum er brúkarastýrda tænastan hjá teimum, ið ferðast, hevur altíð sett Áarstovu ovast. Tað er sjón fyri søgn. Tað er fult hús, og ikki bara móðurmálið, men eisini fremmand mál, kanska heilt úr fjareysturi, hoyrast frá borðunum í ymsu hæddunum. Barba Svabo Hansen greiðir frá um serstøku heystskránna í kvøld. Matstovuleiðarin, John Mikkelsen, sum júst hevur verið í Bordeaux og vitjað vínvinir hjá matstovuni, skeinkir nýtt ófiltrerað heystbryggj frá Før...