Eingin norðurlendskur filmur er við í kappingini at vinna Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur. Tað er greitt nú Oscardómsnevndin hevur smalkað úrvalið úr upprunaligu rúgvuni við 91 altjóða spælifilmum niður í tíggju, sum aftur skal skerast niður í helvt, so fimm filmar eru eftir í kappingini 9. februar um munadyggastu filmsvirðislønina og frámerkið sum besti altjóða filmur.
Henda kappingarskrá hevur altíð havt mín fremsta áhuga, tí her sæst, hvat fyriferst á filmsløriftinum kring heimin og nú eisini hjá stroymingartænastum.
Suðurkoreanski filmurin Parasite, sum Gudmund Helmsdal Nielsen fer at innleiða í Filmsfelagnum 5. februar, er enn á listanum yvir teir tíggju, ið kappast um Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur í 2020. Sama eru spanski Pain & Glory og norðurmakedónski Honeyland, sum Filmsfelagið longu hevur víst.
Veit fyri vist, at filmshugaði krossa fingrar fyri Parasite, sum vann í Cannes í summar, ið nú verður sýndur mitt í Havn beint undan Oscarhandanini.
- Tað er Kafka, Olsen-banden og Tarantino í einum og sama filmi, skrivaði Kim Skotte úr Cannes til lesararnar hjá Politiken, tá suðurkoreanska stættarsøgan vann Gylta Pálmin. Enskt mæltir miðlar skrivaðu eisini, at "Parasite is a crowd-pleaser for the class-conscious"
Og hetta við kappingum um virðislønir, serliga Oscarvirðislønina, er ikki fyri viðbreknar listasálir, ið halda, at list er verður til í einum pengaleysum tómrúmi, sum er uttan atgongumerkjasølu, og ikki er ein ítróttarlig kappingargrein, men ein hevdvunnin listagrein, sum hvílir á heiðuri og náði frá yvirstættini, ið síðan miðøld hevur verið beneficierandi vælgeri.
Nei, kappingin um filmsvirðislønir hevur aldri verið harðari enn beint nú, nú vit týðuliga síggja, at filmur er ein flytbar listagrein, sum ikki bara er í gamaldags biografum, men eisini sæst hjá stroymingartænastum, sum í fleiri førum eru pengasterkari enn gomlu Holloywoodfeløgini, og eiga egnar rásir og nú eisini biografar at spjaða filmarnar.
Samstundis ger flytbara tøknin tað møguligt at gera film í smærri økjum, sum til dømis í Norðuratlantshavi, tí stóru søgurnar eru sagdar so ofta á meginlandinum, at framleiðarar leita altíð eftir nýggjum visuellum upplivingum, ið eingin hevur sæð fyrr, sum til dømis bóndan í Saksun, Petur Andreas Petersen, sum í einum reklamufilmi fyri SpecSavers í 2008 klippir hundinum og ikki seyðinum, tú eyguni eru farin at bila. - Burdi fari til SpecSavers, er svart hvíta útsøgnin. Tað søguna og bygdina hevði eingin sæð áður á henda hátt, og flest øll munnu minnast hana, staðbundnu handilsútsøgnina.