Skip to main content

Filmsvinnan í vanda fyri at steðga upp


Við hesum setningi heitir Felagið Føroysk Filmsfólk á Fíggjarnevndina og Føroya løgting í opnum brævi, sum er soljóðandi:

"Vit eru púrasta forfard, nú ein meiriluti í Fíggjarnevndini leggur fram uppskot um at skera heilar 400.000 kr burturav eini játtan á 2,7 mio. kr í filmsstuðlinum. Hetta er eitt bakkast við lít, og forðar allari framgongd.

Stórar filmsverkætlanir eru í vanda fyri at steðga upp, og nýggjar verkætlanir kunnu fara fyri skeyti. Hetta ávirkar eisini aðrar vinnur, tí brúk er fyri hópin av fólki úr óteljandi fakbólkum, til at gera eitt filmsverk.

Okkara filmsvinna er ung, og krevur tryggar karmar at arbeiða undir.

Tað tekur fleiri ár at gera ein spælifilm, og við eini óvissu ár undan ári um játtanarkarmar, ber illa til at tosa um eina filmsvinnu í Føroyum.

Samstundis er hetta ein boðskapur til ungfólk um, at halda seg burtur frá hesi kreativu vinnu.

Tí er alneyðugt at halda fast um verandi kós, og hækka játtanina so líðandi við teim 500.000 kr, ið skotið varð upp.

Vit heita tí á Fíggjarnevdina um at endurskoða avgerðina, og síggja tær álvarsligu avleiðingarnar av hesum niðurskurði.

Vit heita á Føroya Løgting um at taka undir við uppskotinum um at hækka játtanina, og tryggja filmsvinnuni arbeiðsumstøður til at skapa okkara egnu søgur á filmi."

Nevndin í felagnum Føroyskum Filmsfólkum er Maria Winther Olsen, forkvinna, Ingun í Skrivarastovu, næstforkvinna, Sakaris Stórá, skrivari, Jonas Í Dali Wagner, kassameistari og Anton Petersen nevndarlimur.