Skip to main content

Leggið ikki fót fyri filmsvinnuna


Við hesum setningi heitir Filmshúsið á Fíggjarnevnd løgtingsins um ikki at skerja stuðulin til føroyska filmsgerð við 400.000 krónum. Stjóri í Filmshúsinum er Tina Wagner í Dali og formaður í stýrinum fyri Filmshúsið er Jan Berg Jørgensen.


Skrivið frá Filmshúsinum er soljóðandi:

”Tað er eitt álvarsligt bakkast fyri føroyskan film, um ætlanirnar hjá nýggja landsstýrinum um at skerja filmsgrunnin verða veruleiki. Hetta er at leggja fót fyri tí menningini, sum er í gongd í føroyskum filmi, heldur enn at stimbra vøksturin í vinnuni.

Ríkisfelagsskapurin hevur ta avleiðing, at vit ikki kunnu søkja um fígging og stuðul til filmsframleiðslur aðra staðni - heldur ikki í Danmark. Tí eru vit í Føroyum serliga bundin at politiska viljanum til at tryggja vøkstur og menning. Hesa ábyrgd mugu politikkararnir taka á seg.
Greiða og breiða politiska ætlanin frá 2011, tá Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eisini sótu í Landsstýri, var at økja filmsjáttanina við 500.000 krónum árliga, til vit eru á støði við grannalondini. Langt er eftir, til vit røkka tí málinum, men fet fyri fet hava vit flutt okkum rætta vegin. Nú vil landsstýrið skerja játtanina til filmsgrunnin við 400.000 krónum, heldur enn at økja hana 500.000.

Filmhusið arbeiðir miðvíst fyri at draga filmsframleiðlsur hendan vegin. Bara her í heyst eru 3 milliónir krónur komnar í landskassan av einari stórari, altjóða filmsframleiðslu. Samstundis hevur hetta ment fólk og førleikar. Hetta arbeiðið kann bara vaksa, um vit halda á at førleikamenna okkum og gerast enn dugnaligari at handfara útlendskar framleiðslur. Tað hendir ikki, uttan at vit seta orku og pengar av til tað.

Allarbíligastu filmarnir, framleiddir Í Norðurlondum, kosta ikki undir 4,5 milliónir krónur. Føroyski filmsgrunnurin hevur eina játtan á 2,8 milliónir. Hetta skal fíggja menning av allari filmsvinnuni. Hesa játtan er ætlanin nú at lækka niður í 2,4 milliónir. Um tað verður gjørt, so sorlar samgongan fortreytirnar fyri menning av føroyskum filmi sum vinnugrein.

Vit heita tí á samgonguna og politisku skipanina sum heild um at endurskoða ætlanina, tí avleiðingarnar vera óbøtiligar fyri føroyskan film og føroysku filmsvinnuna.”

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, legði uppskot um fíggjarløgtingslóg fyri fíggjarárið 2020 fram 30. september 2019 og eftir fyrstu viðgerð 3. oktober varð uppskotið beint í Fíggjarnevndina, sum sigur, at tey hava viðgjørt málið á tíggju fundum.

Ein meirluti og tríggir minnilutar í Fíggjarnevndini

Í Fíggjarnevdini er Magnus Rasmussen formaður, Aksel V. Johannesen er næstformaður og hinir føstu limirnir eru Jákup Mikkelsen, Kristin Michelsen, Bill Justinussen, Kristina Háfoss og Poul Michelsen.

Undir viðgerðini hevur Fíggjarnevndin býtt seg í ein meiriluta og tríggjar minnilutar. Meirilutin, tað er Magnus Rasmussen, Jákup Mikkelsen, Bill Justinussen og Kristin Michelsen, hevur hesar viðmerkingar um stuðulsjáttan til film í Føroyum í 2020:
”Meirlutin heldur, at játtanin kann minka”.

Upphæddin er sett at minka við 400.000 krónum, í staðin fyri at hækka við eini upphædd sum til dømis 500.000 árliga, ið var varisligi politiski setningurin fyri seks árum síðan. Tað merkir at blómandi føroyska filmsgerðin er út við eina millión krónur fátækari, nú føroya sjónligasta filmsátak, Geytin, fyri áttindu ferð er í hondum. Hjá filmsáhugaðum er tað ikki til at skilja.

Her eru Geytavinnararnir higartil:

2012 Sakaris Stóra fyri "Summarnátt"
2013 Dávur Djurhuus fyri "Terminal"
2014 Heiðrikur á Heygum fyri "Skuld"
2015 Andrias Høgenni fyri "Stina Karina"
2016 Andrias Høgenni fyri "Et knæk"
2018 Trygvi Danielsen fyri "111 góðir dagar"
2019 Andrias Høgenni fyri "Ikki illa meint"

Høvuðsstaðarkommunan hevur stuðlað Geytatiltakinum síðan byrjan. Tey, sum higartil hava fingið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, eru:

2012 Annika á Lofti fyri "Mist"
2013 Jónfinn Stenberg fyri "Munch"
2014 Heiðrikur á Heygum fyri "Skuld"
2015 Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri "Tunnan"
2016 Andrias Høgenni fyri "Et knæk"
2018 Maria Guldbrandsø Tórgarð fyri "Maðurin við Blæuni"
2019 Julia í Kálvalíð fyri "Omman"

Í ár eru 20 filmar teknaðir til áttanda Geytatiltakið, sum verður í Norðurlandahúsinum hin 15. februar 2020. Fleiri aðrar stuttfilmskappingar við stórum peningaligum vinningum hava verið í ár. Kappingarnar hava staðfest, at millum skúlaungdóm er stórur áhugi, og eisini framúr førleiki, at arbeiða við filmsmiðilinum og at siga originalar søgur.

Felagið Føroysk Filmsfólk heitir á Fíggjarnevndina

Í skrivi til Fíggjarnevndina hin 3. desember sigur Felagið Føroysk Filmsfólk undir yvirskriftini Framtíðin í filmsvinnuni soleiðis:

”Síðani politisk avtala varð gjørd fyri 6 árum síðani, er filmsjáttanin hækkað við umleið 500.000 kr árliga. Tíverri síggja vit, at játtanin fyri 2020 er tann sama sum í ár - 2,7 mió. kr. Tað er sera umráðandi, at positiva gongdin heldur á, nú henda unga vinna er í stórum vøkstri. Filmsjáttanin er grundarsteinur undir filmsgerðini her á landi. Okkara vón er, at eitt samt løgting tekur undir við at hækka hesa játtan við í minsta lagi 500.000 kr. árliga komandi árini, soleiðis at føroysk filmsvinna og filmsmentan kann gera mun, og halda fram at menna seg, gera vart við seg, bæði úti í heimi og her heima.”

Forkvinna í Felagnum Føroysk Filmsfólk er Maria Winther Olsen og skrivari er Sakaris Stórá.