Innbodni Geytadómarin í ár er danska Anita Reher, ið fyri tveimum árum síðan tók við sum stjóri fyri filmstevnuna Nordisk Panorama eftir Søren Poulsen, sum tá hevði sitið í trý ár.
Við heimasíðuna hjá Nordisk TV og Filmfond segði Anita Reher tá.
“I am thrilled to be joining the Nordic family of storytellers and reconnecting with old and new friends. I look forward to continuing what has been Nordisk Panorama’s strength - promoting documentary and short film talent for 30 years and renewing that strength for a new generation of filmmakers. My goal, in the ever-changing media landscape, is to keep Nordisk Panorama continuously relevant for the industry and our audiences.”
Fríggjadagin 14. februar kl 16:30-18:00 fer Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, at tosa við Anitu Reher um Nordisk Panorama og vísa klipp frá festivalinum. Prátið verður í Norðurlandahúsinum og er ókeypis.
Úr Føroyum hava trý filmsfólk søkt um at sleppa við á Nordisk Panorama, sum varir seks dagar og fevnir um heimildarfilm og stuttfilm. Tey eru Julia í Kálvalíð, Katrin Næs og Gudmund Helmsdal.
Leygardagin 15. februar frá morgunstundini og dagin á tamb er Anita Reher partur av Geytadómsnevndini, sum endaliga fer at hyggja eftir og at meta um úrvaldu filmarnar til Geytakappingina 2020. Úrslitið verður kunngjørt leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum, tá eisini Áskoðaravirðislønin verður handað. Útselt er til Geytakvøldið. Eins og undanfarin ár er Finnur Koba vertur.