Skip to main content

Nielsen veit


Síðan 1923 hevur mátingarstovan Nielsen mált upp og talt, hvussu nógv gera hvat í ymsum høpi, seinast til Oscartiltakið, tá mált varð hvussu nógv hugdu.

Grundarin, Arthur C. Nielsen, sum var av danskari ætt, doyði 82 ára gamal í 1980. Hann varð føddur og doyði í Chichago.

Hóast Oscartiltakið er tað mest sædda innan film, sigur Nielsen mátingarstovan sambært ABC, sum sendi tiltakið laiv, at aldri áður hava so fáir amerikanarar fylgt við Oscarvirðislønunum.

Altjóða filmsmiðlar siga, at tað fer helst at geva amerikanska filmsakademinum nakað at hugsa um, nú heldur eingin vertur var í ár, og nakað so óhoyrt, sum at ein ikki enskt mæltur filmur fór avstað við fremsta heiðrinum. Tað eru sanniliga broytingartíðir.