Tíggju limir í Myndafelagnum Fokus gera í kvøld klárt til fotoframsýning, sum letur upp við 49 myndum í Smiðjuni í Lítluvík í morgin, fríggjadagin 7. februar kl. 14:00. - Kaffi er á kannuni og øll eru vælkomin, sigur Óli Lindenskov. Opið verður til og við týsdegnum 11. februar. Óli hevur millum annað verið í Sandoynni og fotograferað við Gívrinar hol.
Fyrst er at tryggja sær, at alt er í vater og hongur harmoniskt út frá hornunum í gomlu grótlagaðu veggunum í hvíttkálkaðu smiðjuni. Eitt reyðlýsandi niveleringsapparat tryggjar at alt hongur í vater.
Myndafelagið Fokus varð stovnað í 2009 og hevur til endamáls at savna saman fólk, ið hava myndatøku sum ítriv. Øll kunnu gerast limir í felagnum, sum heldur til í einari skúlastovu í gamla Argja skúla. Tey skipa fyri fototúrum og limatiltøkum, har tey hittast til fotoprát, og síggja og vísa myndir hjá hvørjum øðrum og læra um myndatøku og myndaviðgerð.
Tey tíggju sum sýna fram í ár eru Gudny Benjaminsdóttir, Jórun á Fløtti Jacobsen, Jacobina Sigmundsdóttir Niclasen, Haldur Suni Johansen, Lars Bisgaard, Heri Samuelsen, Susanne Nielsen, Óli Lindenskov, Oddfríður Marni Rasmussen og Kristinn Hentze.
Sum sæst niðanfyri eru myndatólini ymisk, ovasta til høgru er eitt analogt Olympus kamera frá 1974, sum er til rullufilm at framkalla.
Fleirfalt virðislønti Oddfríður Marni Rasmussen er ein av trimum fyrisitarum í Facebookbólkinum hjá felagnum, har tey samskifta um virksemið. Umframt rithøvundavirðislønir hevur hann eisini fingið virðisløn fyri júst hesa myndina, ið sýnir ein operasangara, sum eftir leskiliga máltíð sleikir fingrarnar.
Lars Bisgaard, sum býr í Hósvík, hevur verið á fotosafari í Afrika. Á loftinum í Smiðjuni í Lítluvík hevur hann fleiri myndir frá ferðini.
Á ólavsøku var Haldur Suni Johansen í Tórsbyrgi. Tá tey um midnáttarleitið fóru oman í býin, hevið náttsirmið lagt seg á lokkanetið undir lyktapelanum. Eitt-tvey-trý so var myndin har.
Her heldur Haldur Suni eina hugtakandi portrettmynd, sum er tikin í mjørkanum, fram fyri seg.
Úr Útvarpinum eru komnir bæði Øssur Winthereig, sum hevur sendingina Pressan, og Leivur Thomsen, sum hevur sendingina Vikuskiftið, og sjálvur er ein framúr fotografur. Hann og Oddfríður tosa um at seta sítt egna frámerki á myndir, til dømis við armbansurinum, sum 82 ára gamli tjekkiski fotografurin Josef Koudelka ger.