Skip to main content

Óflýggjaligt orðalag er størsti smittuvandin

 

Elli er fyrsti fíggindin, serliga hjá Joe Biden, sum frá byrjan í fyrsta av trimum forsetakjakum leitar eftir orðunum, og ellismerktur er illa sminkaður til ljósið í handilsligum sjónvarpi, sum er sett í verðina júst í USA. 

Men óflýggjaliga tosingarlagið, at tosa í holið á hvørjum øðrum, sum siður er á lærarastovum, tað er allar størsti fíggindin, ikki minst tá Donald Trump alla tíðina fer eitt stig longur og tosar bæði politiska kappingarneytan og sjónvarpsvertin niður. 

Og so rakar Biden sekundini, tá hann stendur fastur, stamar og blundar. Hann er avgjørt ikki ein forsetamynd. 

Valdi verturin, 72 ára gamli Chris Wallace frá Fox News, má kunna sløkkja mikrofonirnar, tá luttakararnir eru so ódisiplineraðir, sum í hesum føri. Tað ger hann tó ikki. 

Men Biden, fyrrverandi varaforseti, dugir at tosa beint í kamera til veljaran, sum hyggur heima, og vegleiða hann, veljaran, sum vónandi fyrstu fer kann lokkast á val, tí valluttøkan í USA er so syndarliga lág. 

Shut up, man! og Clown! og serliga You wouldn’t know a suburb, if you took a wrong turn, sigur Biden sarkastiskur við forsetan, og er hin fyrsti at raka tað støðið. Forsetin er hinvegin greiður og artikuleraður við stuttum one liners, tí hann talar til hin óskúlaða white trash amerikanaran, meðan Biden er snøvlandi við so vánaligum framburði, at hann sjálvdan kemur yvir senukantin og út í rúmið. Trump gongur eftir rúminum, at taka rúmið við ágangandi túnatosi og lugarpráti, bara fyri at seta seg á tað, rúmið, sum eitt primitivt dýr, kanska ein orangutang, ið pissar økið av, fyri at eiga tað, so leingi showið koyrur. Tað er uppgávan. Tú skalt fanime ikki koma her er retoriska grundstøðið hjá ótolna nýbyggjaranum Trump. 

Her liggur størsti smittuvandin. At vit framhaldandi taka hetta tosingarlagið til okkara og praktisera tað í hvørjum kaffisteðgi til arbeiðis kring landið. At tosa hvønnan annan niður, sum aldargamal siður hevur verið og enn eru í Føroyum, akkurát sum hesir gomlu menn, tvey fossil, ið hava makt, sum eingin hevur tikið frá teimum - enn. 

Hetta er eitt show, sum ikki á nakran hátt er burðardygt. Ein vanæra fyri politikk, sjónvarp og allan dialog, sum møguliga í útgangsstøði ætlaði at verða vitborin. Best hevði mær dámt at sløkt fyri teimum, men tað er líkasum ikki ein møguleiki í minari verð. Vit skulu í fýra ár liva við øðrum av hesum báðum gomlu monnunum, ið ikki birta vón um eina skipaða framtíð. Tað er forferdiligt, at amerikanskur politikkur er so lítið burðardyggur, at vit eru kom niður á hetta støðið, bara tí at eingin yngri er settur við, og nú er tíðin so komin til hansara, vónina Biden. 

Samstundis eru hetta eini greið boð til livibreyðspolitikarar um at spara okkum veljarar fyri tykkara royndum at verða valdir og valdar eitt heilt lív. Sleppi tykkara taburettum og fari út aftur í samfelagið, tá politiska tíðin er farin frá tykkum. Eingin skal sleppa at sita í politikki eitt heilt lív. Tað eigur at verða ólógligt. Tað er Biden tíanverri eitt boð um. Ein óheppin støða, nú hann kundi havt steðgað og tept sitandi forsetan, sum ikki smæðist fyri at lata USA enda í borgarakríggi við vápnaðum hvítum suprematistum, Proud Boys, um valið ikki verður eftir hansara høvdi. Tað sigur hann sjálvur í hesum fyrsta práti, og eingin ógvast yvir orðalagið. Ikki ein.

Her er størsti smittuvandin. At ein ríkisleiðari kann traðka í ein hvítan nýbyggjaraleiklut, sum er so lágtríðandi, bara fyri at skapa kaos. Djúpt deprimerandi og so óunniligt, at tað er ikki nær í námindi av prime time familierum undirhaldandi. 

Var hetta ein partur í The Truman Show hjá Peter Weir frá 1998, so eri eg vissur í, at leikstjórin vildi flutt á eina aðra rás og gjørt skiftið og frávalið til júst ein part av meistarliga filminum. 

Sum realityshow nyttaði hetta heldur ikki. 

At verðin er so óupplýst, er óunnuligt. Eftir siti eg og undrist, at amerikansku demokratarnir ikki funnu eitt yngri valevni móti 74 ára gamla forsetanum, enn hin 77 ára gamla Biden. 

Men vónir eru. Yngri fólk og eisini kvinnur sleppa nú upp í part. 

Um eina viku møtast 61 ára gamli varaforsetin, Mike Pence, og 55 ára gamla Kamala Harris til kjak í mormonarabýnum Salt Lake City í Utah. Tá fer 69 ára gamla Susan Page frá USA Today at stjórna prátinum. 15. oktober møtast Trump og Biden í Miami í Forida, tá 60 ára gamli Steve Scully frá C-SPAN fer at royna at stýra forsetakjakinum. Triðja og seinasta forsetakjakið verður 22. oktober á Belmont Universitetinum í countrybýnum Nashville, Tennessee, tá 44 ára gamla Kristen Welker frá NBC fer at stjórna kjakinum, sum eins og hini er beinleiðis og varir hálvan annan tíma.