Skip to main content

Heitar hendur fyri menn og kvinnur

Brúk er fyri heitum hondum, verður ofta sagt, tá vónríkir politikarar stilla upp til kommunuval, og ætla at fáa atkvøður innan heilsuøkið, nógvar atkvøður, kanska eisini lættliga vunnar og funnar, nú virksemið er stórt og alt fleiri gerast munandi eldri.

Hugsanin um tær heitu heimligu hendur kom mær til hugs, nú Runavíkar kommuna í dag lýsur við, at júst hetta átrokandi økið, í dagsaktuellum skapi av Røktar- og Ellisheiminum, verður umbygt har í kommununi. 

Á tíðindamyndini eru tíggju menn. 

Um dagarnar kom eisini eitt álit um dagføring av bókasavnslógini. Yvirskriftin var “Bókasøvn - ein mannarættur”. Stak áhugaverdur lesnaður, sum byrjar við at sitera eina yvirlýsing frá UNESCO um fólkabókasøvn: “Frælsi, vælferð og samfelagslig menning, og umstøður, sum stimbra persónligu menningini, eru grundleggjandi menniskjalig virði. Hesi virði eru grundað á, at væl upplýstir borgarar sleppa at brúka teirra demokratisku rættindi og fáa høvi til at spæla ein aktivan leiklut í samfelagnum. Ein konstruktivur hugur at taka lut og demokratisk menning eru treytað av eini nøktandi útbúgving og fríari og óavmarkaðari atgongd til vitan, tankar, mentan og informatíon”.

Í breiða opna tankanum um fólkabókasøvn fyri øll í allari verðini, renni eg - aftaná mannfólkamyndina omanfyri - meg í eina eins reina kvinnumynd. 

Tíggju kvinnur, sum binda á einum bókasavni. Teksturin sigur ikki hví kvinnurnar hava sett seg á bókasavnið at binda. Kanska er tað sambinding, sum tey hava lýst við í Sundalagnum, har endamálið er at samansjóða útlendingar, ið hava búsett seg í økinum. 

Løgið allíkavæl, at so eyðsýnd rúm við heitum hondum kunnu verða so ymiskt mannað, ella rættari kvinnað, og tað so knívskorið, sum sæst á hesum báðum dagsaktuellu myndum. Løgið at samfelagið er blivi so kynsbundið.