Skip to main content

Lekkur maður

 

Í morgunsendingini bjóða teir báðir menninir, Tróndur Vatnhamar og Jákup Dahl, til prát og kjak um lekrar menn og hvat tað er, sum ger menn lekrarar í eygunum hjá øðrum monnum. 

Trúgvi ikki mínum egnu oyrum, at tveir menn spyrja okkum um lekrar menn soleiðis yvir morgunvaskinum. Okkum menn.

Lukkutíð kemur ein óalmindiliga skilagóð kvinna inn á mannfólkavøllin í morgunútvarpinum, Katrina í Geil, at greina James Bond, Sean Connery og bringuskegg, og síðan kvinnur, sum eru sannførandi á valplakatum og í almenna rúminum. Framúr morgunsending til dagin og høvið, nú kommunuval er í hondum, og eitt sindur interaktiv við sms eisini.

Og prátið, sum eg ikki minnist hava verið fyrr í nøkrum króki í útvarpinum, um menn, sum halda aðarar menn vera lekrar. Píkarill.

Tað er uppá tíðina, at vit menn taka hatta rúmið, sum bara kvinnur higartil hava definerað og havt atgongd til í føroyska almenninginum, tað er á Facebook, at siga, hvørjir menn eru lekrir. At kvinnur einsamallar higartil eru slopnar at siga so um sítt egna kyn er ein skandala, sum nú lukkutíð er javnað og brotin. Nú hevur morgunsendingin gjørt tað legalt, at eisini menn kunnu siga um aðrar menn, at teir eru lekrir, menninir. Opið og alment. 

Men gud náði tann mann ella kvinnu, sum fer yvir um kynsmarkið, og dittar sær at siga “lekkur” um ein frivolt eggjandi persón, sum meir enn hálvnakin fer á strondina og kastar seg útí og filmar seg sjálvan og deilir við alla verðina, og tú tá sigur “lekkur” og ikki ert av sama kyni. Hann náði tú meg.

Kanska hava vit menn við hesi morgunsending vunnið ein part av almenna kynsrúminum, sum bara kvinnur higartil hava havt atgongd til.

Takk til morgunjournalistarnar, Trónd og Jákup, kanska serliga ramasjangjournalistin Trónd, sum í mínum oyrum er definitiónin av ramasjangútvarpi, sum eg elski. Og so fingu teir meg at velja lekrasta James Bond figurin nakrantíð. Hann er her: