Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2021

Polarisering - at krossa sær skógvarnar

Her eru skógvarnir at renna runt um Agnið í og so yvir til nýggja krossin hjá Tróndi á Høganesi. Teir komu á marknaðin í gjár undir merkinum hjá Nike og við heitinum Satan Shoes. Í sólanum er ein dropi av menniskjablóði, gjørdir eru 666 skógvar, teir kosta 1.018 dollarar, á hvørjum skógvi eru krossar og anagramm, og víst verður til Bíbliuørindið 10:18 hjá Lukasi.  Í eini verð, sum meir enn nakrantíð er borin fram og hildin uppi av polariserandi átøkum millum rætt og skevt, og ímyndum, sum í mínum eygum grava djúpar veitir, tí átøkini í størri mun enn nakrantíð peika á hini mótvegis okkum, og harvið alla tíðina hava gongd í eini útskúgving, er brúk fyri nýggjari navigatión, at vita hvørjum tulkingarfelagsskapi tú sjálvur ert í. Meir enn nakrantíð. - Hvat er hetta fyri nakað, var mín fyrsti tanki, tá BBC bar hesi tíðindi um 666 blóðskógvar frá Nike í morgun. Fekk ein grumman mistanka um, at hetta var rein menniskjanslig forfengiligheit, akkurát sum krossurin, sum ein fólkakirkjuprest...

Havnar Bio selt

  Hósdagin í farnu viku keyptu Mourits Clementsen og Jógvan Kruse Havnar Bio, sum er einasti biografur í Havn.  Í fýra ár hava teir báðir rikið Terminal.fo, sum hevur nógv viðskiftafólk í økinum.  - Vit síggja stórar møguleikar við keypinum, sigur Mourits í samrøðu við Birkblog í morgun.  - Eitt tað fyrsta er at stytta um bíðirøðirnar í kioskini, og so fara vit at royna at finna nýggjar møguleikar fyri bæði barnabio og eldrabio, sigur Mourits, sum eisini er spentur at halda fram við tí góða samstarvi, sum biografurin í mong ár hevur havt við Filmsfelagið.  Mourits hevur kallað øll starvsfólkini til fund um nýggju eigaravirðurskiftini beint eftir døgurða í dag. Hin nýggi eigarin, Jógvan Kruse, er í løtuni borgarstjóri í Sunda kommunu. Jákup Eli Jacobsen hevur staðið fyri Havnar Bio síðan 7. juni 1993. Tvær sýningarhøllir eru í biografinum, sum varð bygdur í 1960, og helst er einasti bygningur, ið er gjørdur til biograf. Tað var júst har, at Filmsfelagið varð stov...

Vinterberg inn í stovuna

Eftir at danski filmsleikstjórin og dogmegrundarin, Thomas Vinterberg (f.1969), í ár varð skotin upp at fáa bæði Oscarvirðislønina fyri bestu leikstjórn, og fyri besta altjóða film, "Druk", hevur Grand Hjemmebio savnað hansara týdningarmestu filmar, so til ber at síggja teir heima í sofuni.  Tað var í Grand Biografinum, at Vinterberg vísti fyrsta filmin, "Sneblind", í 1990. Tá hevði hevði hann arbeitt við filminum í fýra ár. Sigst, at júst hesin filmur varð orsøkin til, at yngsti næmingur nakrantíð slapp inn á danska Filmskúlan og gjørdist leikstjóri.  Júst hetta hevur drivið Grand biografin, sum eins og aðrir danskir biografar er stongdur til 6. mai, at savna filmarnar, so teir eru tøkir at stroyma heima meðan koronastongsil er.  Oscarhandanin verður í ár á flaggdegnum 25. apríl.  "Nomadland", sum í seks førum er skotin upp at fáa eina Oscarvirðsløn, verður vístur í Filmsfelagnum longu 7. apríl. Her kunnu filmarnir hjá Thomas Vinterberg stroymast í Føroyu...

Soul food av Bankanum

Í grannahúsinum hjá Hammershaimb borðreiður Teitur Christensen við nýveiddum bankatoski, sum í hesum døgum fæst á førandi matstovunum í Havn. Teitur er høvuðskokkur á fiskamatstovuni Barbara Fish House. Høvuðsrætturin er stoktur bankatoskur við pil pil, sufrito og epli í mojosós. Heimligt og tó fult av sál, altjóða par excellence, ikki minst við Chablis afturvið. Rætturin frammanundan er tó krokettir úr saltfiski, brandada, og saltað og roykt rogn, sum eg ikki havi smakkað fyrr. Framúr og væl sett saman við reyðleyki og súrróma. Óvantað eksotiskt, hóast heimligt. So koma kjálkar í salsa við rognum av rognkelsí við royktum granni omaná í høgru hond hjá John. Raffinerað í smakkinum. Í hinari hondini hevur John høgguslokk í paella rísi væl kryddaður við kili, av Bankanum. Í avmálda køkinum á Barbara Fish House er spennandi at fylgja við, hvussu leikur fer, tá matgjørt verður í ein fart, tí kundin bíðar. Her eru nakrar myndir frá hóskvøldinum.  Og so er tað tað, hvør hevur heiðurin á...

20 teir bestu norðurlendsku filmarnir

Í dag er Norðurlandadagur, sum er ársdagur fyri at Helsingforssáttmálin varð undirskrivaður í finska høvuðsstaðnum í 1962. Tað er grundlógin fyri almennum norðurlendskum samstarvi. Frammanundan høvdu Norrønu Feløgini verið virkin síðan 1919. Skipað norðurlendskt samstarv kann tó skrivast heilt aftur til Kalmarsamveldið í 1397. Og í ár fyllir Norðurlendska Ráðharraráðið, Nordisk Ministerråd, 50 ár.  Meðan fólksliga norðurlendska samstarvið var spennandi fyrr, so er filmur úr Norðurlondum komin í staðin. Hann er ofta nokkso spennandi. Í hvussu er fyri mín part. Søgur við saft og kraft verða sagdar á norðurlendskum biograflørifti, bara tú fært atgongd til teir, norðurlendsku filmarnar, sum eru serstakliga tungir at flyta um grannalandamørk. Men onkuntíð hepnast.  Bara ein árlig afturvendandi norðurlendsk filmstevna er til, og hon er uttanfyri Norðurlond, í Lübeck í Týsklandi, har nýggir norðurlendskir filmar hava verið vístir í 62 ár. Nú Norðurlandadagur er, og koronastøðan ger,...

Væl troffin økoterrorisma

Tilgjørd mynd frá SEV, sum fer at seta vindmyllur upp á Eiði Nei, ikki hugsi eg, at tað er goodwill og samfelagssinni frá vindmyllubøndunum á Eiði, nú teir fyri einki og uttan avrokning til komandi ættarlið vilja geva lendið til SEV at seta vindmyllur á.  Liggur slett eingin mammonsdyrkan ímillum?  Minnist, at pápabeiggi mín, sum var hart ímóti útbyggingarætlanini hjá SEV av Eiðisvatni, einaferð fekk lakoniska svarið frá Eiðismonnum: "Hvat feilar tær? Vit hava eitt stórt vatn og fáa eitt enn størri. Og tú býrt í Havn!"  Hetta fyrikemur mær eitt sindur primitivt, og eg spyrji meg sjálvan, um hetta aktuella dømi er fyrsta føroyska dømið um økoterrorismu í einum skeivt útviklaðum parti av landinum.  Úr køksvindeyganum í Havn hava vit í áratíggju sæð uppá á eina vindmyllu, sum ikki hevur rørt seg. Einaferð var ætlanin at oyggin skuldi vera bæði grøn og so púra talgild eisini, minnist meg rætt. Tað havi eg ikki sæð nakað til.  Úr sama køksvindeygað sæst oman á sjóork...

Besta brunsj í býnum

Eftir at hava kannað tað í eina tíð, longu fyri koronastongsilin og so aftur nú, Havnin er latin upp, er sama kafé aftur í oddinum. Besta brunsj í býnum fært tú frá Anju Sólstein í kafé Umami uttarlaga í Vágsbotni. Sama kafé hevur eisini ein krók í handlinum Borg uppi á Hálsi, dygst við mítt egna arbeiðspláss, har Total View hevur sent meg í avspákingarferiu fyri altjóða arbeiðaradagin, sum er markið millum innvinningarárið í ár og í fjør. Betri avspákingardagur kundi ikki hugsast. Nógv fólk er í kaféini, so tað tekur eina løtu, men hvør minuttur er verdur bíðitíðina, tað er sjón fyri søgn. Eitt er, at bilar kunnu bæði koyra og parkera á hesum vælsignaða teigi, sum burdi verði púra bilfríur, annað er, at har inni í sjálvum botninum standa tveir í gongd, ein hvørju megin á søguliga bryggjuplássinum, so bara ein ál er eftir til fótgangaran. Helst eru bilførarnir klárir at fara í grind, um tað skuldi brostið á. Her eigur vissuliga ikki at verða atkomuligt á øðrum hjólum enn tveyakslaðum b...

Kjøt úr kærleika

Í góðveðrinum í Vágsbotni í dag hitti eg Debes Sivertsen úr Norðdepli. Umframt at verða bóndi, sum er komin til Havnar at selja turt kjøt, er hann eisini kavari, sum sæst á bringuni.  Eg steðgi, og vit fáa eitt hugnaligt prát í lágu vársólini við bryggjukantin innast í Vagsbotni um seyðahald, vistfrøði, kjøt og smakk. Eg geri av at keypa besta turra tjógvið, hann hevur. Men so er tað tað. Reiðan pening havi eg ikki uppiá mær og minnist ikki, nær eg síðst var í einum banka. Debes, sum er abbasonur Havnarjógvan, bjóðar sær til at eg kann gera eina flyting, men illanstíð, eg skal fara niðan í nærmastu sjálvtøku.  Komin níðan í grótlagaða Sparikassan, er ikki betri enn so, at automatin er óvirkin. Hon fær ikki tikið sjálv, og hvaðna minni eg. Skimist um nøkur sjálvtøka er í gamla Føroya Banka bygninginum, men har er alt steinrunnið í túninum, so eg fari inn í fólksins Sparikassa. Um ikki sum í grøvini, so er tað sum í kapellinum at koma inn í hermetiskt lukkaða kassan. Skal taka e...

Thomas Vinterberg í kapping um Oscar

Á middegi í dag varð kunngjørt, hvør er í uppskoti at fáa Oscarvirðisløn í ár. Eftir ætlan verða virðislønirnar handaðar á flaggdegnum 25. apríl.  Thomas Vinterberg, sum eg hitti á norðurlendskari filmstevnu í týska býnum Lübeck í desember í 2012, er í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina, bæði sum leikstjóri og fyri danska filmin Druk í altjóða kappingini, ið er millum filmar, sum ikki eru gjørdir í USA.  Á myndini sæst Thomas Vinterberg saman við eldru dóttrini, Nannu á tokstøðini í Lübeck. Tað er fyrstu ferð at ein danskur leikstjóri er tilnevndur Oscarvirðisløn. Babettes Gæstebud , sum Gabriel Axel leikstjórnaði eftir søguni hjá Karen Blixen, fekk í 1988 Oscarvirðislønina sum besti útlendski filmur. Árið eftir fekk Bille August somu virðisløn fyri filmin Pelle erobreren , eftir søguni hjá Martin Andersen Nexø.  Bille August avmyndaði eg í Svendborg í 2019 tá hann fekk virðislønina Årets Svend. Í 2011 fekk danska Susanne Bier Oscarvirðislønina fyri filmin Hævnen í gre...