Her eru skógvarnir at renna runt um Agnið í og so yvir til nýggja krossin hjá Tróndi á Høganesi. Teir komu á marknaðin í gjár undir merkinum hjá Nike og við heitinum Satan Shoes. Í sólanum er ein dropi av menniskjablóði, gjørdir eru 666 skógvar, teir kosta 1.018 dollarar, á hvørjum skógvi eru krossar og anagramm, og víst verður til Bíbliuørindið 10:18 hjá Lukasi.
Í eini verð, sum meir enn nakrantíð er borin fram og hildin uppi av polariserandi átøkum millum rætt og skevt, og ímyndum, sum í mínum eygum grava djúpar veitir, tí átøkini í størri mun enn nakrantíð peika á hini mótvegis okkum, og harvið alla tíðina hava gongd í eini útskúgving, er brúk fyri nýggjari navigatión, at vita hvørjum tulkingarfelagsskapi tú sjálvur ert í. Meir enn nakrantíð.
- Hvat er hetta fyri nakað, var mín fyrsti tanki, tá BBC bar hesi tíðindi um 666 blóðskógvar frá Nike í morgun.
Fekk ein grumman mistanka um, at hetta var rein menniskjanslig forfengiligheit, akkurát sum krossurin, sum ein fólkakirkjuprestur vil seta á Eysturoy, so øll síggja. At telgja sær gudar, so ein sjalvur kann signalera, hvørjum tulkingarfelagsskapi ein sjálvur er í.
Mistankin var rættur. Tað er tað reina PR, public relations, ein merkantil trongd at gera vart við seg, tí nú er ein nýggj vøra á marknaðinum, immateriell ella ítøkilig. Tað er 21 ára gamli amerikansk rapparin Lil Nas X, sum hevur fingið listafólkini MSCHF at brúka 666 eintøk av einum Nike skógvi, sum eitir Air Max 97, at marknaðarføra nýggja sangin Montero (Call me by your name), sum kom á YouTube fríggjadagin. Skógvarnir vórðu seldur eftir einum minutti.
Men so kemur fram, at fyritøkan Nike er blivin misbrúkt og leggur sak móti rapparanum, ið hevur so gott tev fyri marknaðarføring.
Alt síðan MTV kom fram í 1981 hevur musikkvideo verið ein serstakliga spennandi listagrein, sum fyrstu árini stóð sterk, serliga sædd í eini surreellari listafatan, og bygdi á umbidnar stuttfilmar, sum kendir filmsleikstjórar gjørdu, og so eisini nýggj nøvn sum Michel Gondry, Chris Cunningham, Spike Jonze, F. Gary Gray og Mark Romanek. Men í dag er langt millum musikkvideo, sum finna útbreiðslu í listahøpi. 31 ára gamla Tanu Muino úr Ukraina hevur gjørt filmin, sum fylgir sanginum hjá Lil Nas X, ið er ein ferð eftir eini pole-stong úr himni og niður í helheim, har kendi rapparin er skóleysur, í sandalum og síðan stivlum. Sigst at sangarin upprunaliga hevur verið í Nike skógvunum.
Summi halda tað vera stuttligt við polarisering, onnur at tað er púra óneyðugt og hevur keðiligar avleiðingar, serliga fyribrigdið útskúgving. Men ímeðan kunnu vit fylgja við og víðka sjónarringin við sjálvi at rúma, hvussu nógv snedigt er til, og hvussu høgt kjarnupersónarnir sjálvir ganga uppí polarisering. Kanska er tað eitt framtíðar motto: polarisering á pole-stongini.
Ert tú ikki ein av okkum, so ert tú ein av hinum.