Hósdagin í farnu viku keyptu Mourits Clementsen og Jógvan Kruse Havnar Bio, sum er einasti biografur í Havn.
Í fýra ár hava teir báðir rikið Terminal.fo, sum hevur nógv viðskiftafólk í økinum.
- Vit síggja stórar møguleikar við keypinum, sigur Mourits í samrøðu við Birkblog í morgun.
- Eitt tað fyrsta er at stytta um bíðirøðirnar í kioskini, og so fara vit at royna at finna nýggjar møguleikar fyri bæði barnabio og eldrabio, sigur Mourits, sum eisini er spentur at halda fram við tí góða samstarvi, sum biografurin í mong ár hevur havt við Filmsfelagið.
Mourits hevur kallað øll starvsfólkini til fund um nýggju eigaravirðurskiftini beint eftir døgurða í dag.
Hin nýggi eigarin, Jógvan Kruse, er í løtuni borgarstjóri í Sunda kommunu.
Jákup Eli Jacobsen hevur staðið fyri Havnar Bio síðan 7. juni 1993. Tvær sýningarhøllir eru í biografinum, sum varð bygdur í 1960, og helst er einasti bygningur, ið er gjørdur til biograf.
Tað var júst har, at Filmsfelagið varð stovnað í 1963.
Mikukvøldið fer Ulrich Thomsen, sum er Hannis Martinson í sjónvarpsrøðini Trom, at innleiða nýggja filmin "Gutterbee", sum hann hevur gjørt í Amerika. Tann sýningi byrjar klokkan 20:30, sum er ein hálvan tíma seinni enn áður lýst. Filmsfelagið skipar fyri hesi sýning.
Mikudagin 7. apríl fer Filmsfelagið at vísa "Nomadland", sum er í uppskoti at fáa seks Oscarvirðislønir. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar. Leikluturin er at kuratera, sum tey siga í event- og savnsverðini.
Nýggju eigarunum verður ynskt góða eydnu!