Eftir at danski filmsleikstjórin og dogmegrundarin, Thomas Vinterberg (f.1969), í ár varð skotin upp at fáa bæði Oscarvirðislønina fyri bestu leikstjórn, og fyri besta altjóða film, "Druk", hevur Grand Hjemmebio savnað hansara týdningarmestu filmar, so til ber at síggja teir heima í sofuni.
Tað var í Grand Biografinum, at Vinterberg vísti fyrsta filmin, "Sneblind", í 1990. Tá hevði hevði hann arbeitt við filminum í fýra ár. Sigst, at júst hesin filmur varð orsøkin til, at yngsti næmingur nakrantíð slapp inn á danska Filmskúlan og gjørdist leikstjóri.
Júst hetta hevur drivið Grand biografin, sum eins og aðrir danskir biografar er stongdur til 6. mai, at savna filmarnar, so teir eru tøkir at stroyma heima meðan koronastongsil er.
Oscarhandanin verður í ár á flaggdegnum 25. apríl.
"Nomadland", sum í seks førum er skotin upp at fáa eina Oscarvirðsløn, verður vístur í Filmsfelagnum longu 7. apríl.
Her kunnu filmarnir hjá Thomas Vinterberg stroymast í Føroyum.