Filipinski Netflixfilmurin ”A Faraway Land” er helst tann filmur úr Føroyum, sum flest fólk hava høvið at síggja beint nú. Ikki færri enn 209 milliónir hava møguleika at síggja søguna, ið nemur við integratiónspolitikk og er upptikin í Føroyum fyri jól. Eins og tað aldri fer at bera til at vita, hvussu tað er at vera ferðafólk í Føroyum, eins trupult verður tað at fáa innlit í, hvussu tað er at vera tilflytari, tíansheldur flótti, í Føroyum. Ikki uttan so, at vit fáa frásagnir, sum frá fyrstu hond kunnu greiða okkum frá um tílík viðurskifti á sannførandi hátt og á upplýstum grundarlagi. Nú eru vit komin eitt stig nærri, tí Netflix vísur fiktiva filipinska filmin, ”A Faraway Land”, sum Veronica Velasco hevur gjørt fyri MavX í Føroyum. Við sama høvundi, Erwin Blanco, hevur hon í 2019 gjørt filmin ”Nuuk” í Grønlandi, og í 2018 gjørdi hon ”Through Night and Day” í Íslandi við tveimum øðrum høvundum. Mongu filmarnir hjá Velasco røkka heilt aftur til 2009. Hon arbeiðir skjótt, tí ...