- Føroyar eru so sjáldsamar, at tit eiga at fáa politisku skipanina at seta meira pening av til filmsgerð í Føroyum, at fáa útbúgvið fólk, upptøkufasilitetir og framleiðslufeløg, segði Ulrich Thomsen í Útvarpssendingini Nón í dag. Hann hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson í krimirøðini Trom , sum er hin fyrsta, ið er gjørd í Føroyum. Ein týðandi orsøk til at Trom gjørdist veruleiki í Føroyum, var helst eykalógin, ið gav fýra milliónir í afturbering av útreiðslunum, sum blivu brúktar til filmsgerð í landinum. Røðin, sum er í seks pørtum, verður send á Viaplay og víst í Havnar Bio sama dag, sunnudagin 13. februar. Útselt varð eftir lítlari løtu til fyrstu biografsýning við øllum teim seks pørtunum henda sunnudag. Filmarnir verða vístir í somu maratonlongd mánadagin og týsdagin eftir. Hósdagin 17. februar byrjar Kringvarpið, sum hevur stuðlað framleiðsluni, at senda Trom , sum byggir á krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen. Torfinnur Jákupsson hevur skapt sjónvarpsrøðina, o...