Mynd frá DR í kvøld
Í kvøld var Dagur og Vika í toppformi við livandi og analytiskum innsløgum, eisini laiv, hóast koronastøðan varð upplýst sum avmarkandi.
Í øllum reportasjunum, serliga teimum úr stýrhúsinum frá kavaruddingini hjá landi og kommunu, sótu menn við rattið. Tó, teir tosaðu við eina sjónvarpskvinnu um mannating, meðan grivið varð millum bygda.
Ein kvinna kom eisini fyri, tí landstýrismaðurin við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, den knassi, hevði skotið upp at víðka eitt grátt eldraráð við einari ungari kvinnu.
Á Facebook eru kvinnur av røttum í øðini um kynsdiskriminerandi redaktiónsfingurin, tí hetta líkist ongum.
Heldur ikki líkist tað nøkrum, tá eitt valfelag, ið hevur Afrika sum búmerki, leggur eftir Anniku Olsen í lítið dámligum vendingum um flokstrúskap í eini immunitetstíð.
Men hetta heimliga við at viga journalistikk á kynsbundnu skálini varð pístr vekk, tá eg skifti til ítróttasendingina hjá DR um Christian Eriksen, sum vil spæla fótbólt, hóast hann small á vøllinum, og eina løtu doyði, meðan allur heimurin hugdi.
Men so respektfull er redaktiónin, at vit síggja yvirhøvur ikki skakandi hendingina, sum helst er hin mest sædda í beinleiðis fótbóltssjónvarpi. Ikki eitt blinkstr. Alt fyri respektfult privacy, har kynið er vaskað burtur, ella kanska bara tí at eitt undirhaldsfelag longu hevur keypt øll rættindi til skakandi hendingina, har Guds hond reisti Christian úr deyða.
Ein, ið rópast Hjulmand, hóast hann hvørki er hjólbeintur ella úr Andeby, verður spurdur um alt møguligt viðvíkjandi Eriksen. Hann hyggur niður og tosar spakmæltur, sum var tað slettis ikki ramasjanglarmandi ølbóltur, vit tosaðu um, men jólavitjan í heilaga hellinum, har Frelsarin varð føddur, og skeltið sigur, at nú skalt tú berføttur minnast, at jørðin er heilag og tú skalt ganga á henni, sum var hon brennandi. Ikki eitt millisekundsklipp av hendingini. Sjálvt Kennedymorðið er filmað og endursent ótaldar ferðir og brúkt til líkt og ólíkt at uppfinna søgur um rætt og rangt. Eisini myndin av Lee Harvey Oswald. Eisini myndin av Jack Ruby.
Men hetta redaktionella val er ikki galdandi fyri fótbólt, ið hvørki umboðar kallkyn ella kvennkyn, men eitt nýtt uppdyrkað gudakyn. So untouchable er heilsubøtandi atferðin, sum einaferð kallaðist fótbóltur, blivin í óheftu miðlunum. Tað er eitt gudakyn. So óloysiligani eru teir knýttir at teim penga- og cupskipanum, sum einaferð róptust fótbóltur, miðlarnir.
Í morgin standa teir við vaðbeinið. Soleiðis kallast sjónvarpssendingin frá 1987. Teir stóðu við vaðbeinið. Tá kunnu vit taka kynskjakið í miðlunum uppaftur.