Skip to main content

Posts

Showing posts from February, 2022

Holodomor 90 ár

Var tað ikki fyri ein holocaust yvirlivara, so var 44 ára gamli forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelenskij, ikki til. Tí er løgið, at russiski nýdespoturin, Vladimir Putin, velur at leggja so hart út við nazikortinum, fyrst at verja egnar russar, sum hann sigur vera fyri fólkadrápi, genocide , sum í nazitíðini, har eysturi í Ukraina, og síðan sjálvur í talum til allan heimin at karaktermyrða ukrainska forsetan og hansara fólk í Kyjiv sum nazistar og narkomanar.  Og varð tað ikki nóg mikið, so eru í ár 90 ár síðan klassiski despoturin, Josef Stalin, setti holodomor , hungurðsmorð, í verk í Ukraina, at breyðføða egnar hermenn.  Hesin skipaði kornstuldur úr Ukraina elvdi til hungursneyð, sum kostaði í minsta lagi hálvari fjórðu millión ukrainum lívið, og síðan hevur verðið rópt holodomor, sum uppslagið omanfyri úr Collins Dictionary sigur.  Og var tað ikki fyri walisiska journalistin Gareth Jones (1905-1935), sum doyði 29 ára gamal í innara Mongolia, so varð ikki grett um søgul...

Tjóðleikhús á eystara havnaøki - við rúm fyri biografi!

Á býráðsfundi hóskvøldið kom undan kavi ein bóklingur, Uppskot um heildarætlan fyri eystara havnaøki , sum Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevði latið úr hondum 16. januar.  Bóklingurin elvdi til, at ein rúmlig heildarætlan fyri eystara havnaøki í høvuðsstaðnum, har landsins Tjóðpallur skal byggjast og Skansin enn skal standa órørdur, varð einmælt samtykt á býráðsfundinum. - Málið er nú avgreitt frá okkara síðu, og viðvíkjandi Tjóðpallinum er tað nú upp til mentamálaráðharran at fáa undirtøku í løgtinginum fyri at útvega fígging til og at prosjektera tjóðpallin, segði ein vælnøgdur borgarstjóri, Heðin Mortensen, eftir býráðsfundin hóskvøldið. Bóklingar og ætlanir frá Býarskipanardeildini hava gjøgnum árini verið áhugaverdur lesnaður, tá miðbýurin skuldi definerast og skilmørk setast millum funktiónir, og hvussu markamótið kann hugsast at verða millum fólk og bilar til dømis.   Eg havi klipt nøkur orð úr forvitnisliga bóklinginum, sum Rókur á Snarskivuni gav mær...

Eg var til te hjá keisaranum í Kina…

Umframt vælskrivaða, reflekterandi og drúgva ummælið hjá Trygva Danielsen  í Dimmu av filmsrøðini Trom herfyri, er í dag eisini eitt hugleiðandi listummæli hjá Kinnu Poulsen av somu krimirøð á ikki minni enn tveimum opnum.  Ikki hissini Trom umrøða. Í sama blaði. Og hondina á hjartað. Í endanum á listaummælinum fer ummælarin at ummæla ummælarar, sum hava ummælt produktið, sum er teir seks partarnir av sjónvarpskrimirøðini Trom. Flennandi, trúði eg ikki mínum egnu eygum. Men fekk so eitt hugfarsligt og afturhorvandi flash back til yngstu skúladagarnar, tá vit fyrst spældu hitt simpla gitispælið, Grind spik og eplir , og so eleveraðu vit okkum upp á undirhaldandi minnisspælið Eg var til te hjá keisaranum í Kina. So varð uppgávan at minnast, hvørjum tú møtti.  Sum frá leið gjørdist minnisrøðin longri og longri og krøvini til at minnast samsvarandi, serliga tað navnið, sum akkurát varð sagt, skuldi tú ikki verða dømdur úti. Og so kundi onkur kreativur næmingur gudhjálpitúmær...

Flúgviradarin

Nú hendi tað so meðan vit svóu, hóast vit øll vistu tað. Putin’sa Russland legði á í Eysturukraina, tí har eru hansara fólk fyri fólkamorði, sigur hann, fegin um at hava gjørt sær einar bakdýr inn í stóra evropeiska landið, sum fyrr var sovjettiskt, men nú er størsta grannahóttan, sum kann fara upp í Nato og ES. Men fólkamorð í Ukraina, sum Putin sigur, tað havi eg ikki hoyrt um síðan hungursdrápini holodomor , tá Stalin fyri 90 árum síðan hevði brúk fyri ukrainsku kornmarkunum at breyðføða egnar sovjettiskar hermenn. Úrslitið varð hugursneyð á staðnum, tí alt tað ukrainska kornið varð flutt burtur. Tað er staðfest sum fólkamorð í Ukraina. Í kríggi er fyrsta ofrið sannleikin. Tá Hitler er tikin úr rúgvuni, eru eftir øllum at døma fáar søgubøkur í Eysturevropa, sum lýsa júst tað, men vestanfyri eru flestu dømi um søguliga manipulatión júst úr Eysturevropa, har leiðandi politikarar hava retusjerað fólk, tá tey blíva ov farlig at hava sum vinir. Tað lærir politiska søgan okkum. Meðan vit ...

Nám keypir rættindi at brúka nýggja føroyska sjónvarpsrøð

Dánjal á Neystabø og Búi Dam (KVF) Nám hevur gjørt avtalu við Búa Dam og Dánjal á Neystabø um komandi sjónvarpsrøðina ”Seks spurningar um at vera menniskja”.  Í tíðindaskrivi í dag verður sagt, at Nám hevur keypt rættin til at brúka teir seks partarnar til undirvísing í barnagarði og skúlaverkinum. Fyrsti partur verður sendur í Kringvarpinum fríggjakvøldið 11. mars. Búi og Dánjal, sum eru kendir frá ”Ævintýraferðini”, hava gjørt sjónvarpsrøðina, sum er í seks pørtum, ið vara knappan hálvan tíma hvør.  Tilfarið í sjónvarpsrøðini viðger grundleggjandi tilveruligar spurningar á ein hátt, sum ikki er sæddur fyrr. Nám hevur havt tætt samband við framleiðararnar, so hvørt tilfarið hevur verið gjørt, og metir, at lidna tilfarið kann brúkast saman við børnum, ungum og vaksnum bæði í barnagarði og í skúla. Fyrrárið vunnu Búi Dam og Dánjal á Neystabø Geytan fyri eksistentiella barnafilmin ”Hví eru vit her?”, sum er ein undanætlan, ella pilotur, fyri alla verkætlanina, sum nú er gjørd. D...

Meðan eg røri í lívsins grýtu

Sum mentabrúkari í Havn legði eg í dag til merkis, at bara tíggju krónur eru á muni, at vitja Listasavnið við føroyskari list í hundrað ár, og síðan at keypa eina kotilett niðri í Irish Pub. Gamaní, eina siðsøguliga eina, ja eina Havnarkotilett við sós og reyðkáli, akkurát sum í Perluni í Vágsbotni fyri hálvtrýss árum síðan.  Annan vegin kann tað merkja, at almenn list verður lítið stuðlað, og roynir at fóta sær í trongum skóm, meðan fólkslig matstovuvinna er væl fyri og nógv vitjað, tí hundraðkrónuseðlarnir sita leysir í lummanum hjá verkamanninum. Júst tað er kenda sitatið frá fyrsta matstovueigara við Steinatún. Um náttina eiga øll ein leysan hundraðkrónuseðil, segði hann, stílskaparin Mouldi. Í dagsljósi í Havn er ikki traditión fyri at tikið verður saman um, hvussu nógv ein myndlistaframsýning umsetti, tá dyrnar stongdu og alt varð selt, íroknað mentastuðulin til somu framleiðslu. Hinvegin er í sama býi sterk sjurnalistisk traditión fyri at viga og meta um hvørja krónu, sum ma...

Trom er blivin ein fólkarørsla!

Við krimirøðini Trom eru vit flutt inn í nútíðina við eini føroyskari samtíðarsøgu, ein cross road blues og Faroe noir filmur um makt, og hvat tú vilt selja tína sál fyri.  Innihaldið byggir á skaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen Blíð er summarnátt á Føroyalandi (1990), Gráur oktober (1994), Krossmessa (2005) og Norðlýsið (2009). Jógvan hevur skrivað tilsamans átjan krimibøkur, sum eru givnar út á føroyskum. Tólv teirra eru um Hannis Martinsson, seks eru um William Hammer, og ein er um báðar. Tórfinnur Jákupsson hevur skapt krimisjónvarpsrøðina, og skrivað filmshandritið til røðina saman við ensk-týsku Donnu Sharpe. Høvuðspersónur í Trom er Hannis Martinsson, ið leitar heim til Føroya, tí unga kvinnan, Sonja á Heyggi, sum sigur seg vera dóttir hansara, heldur seg vera í lívsvanda. Røðin er í seks pørtum, og hvør partur varðar góðar 40 minuttir. Hesir seks partarnir eru fyrsta umfar av sjónvarpsrøðini Trom . Eg sá teir í Havnar Bio í gjárkvøldið. Ljóð og ljós var alt til vildar....

Fokus á hin elsta og yngsta í Smiðjuni

Óli Lindenskov og Oddfríður Marni Rasmussen Fríggjadagin klokkan 14:00 letur fotobólkurin Fokus upp hina árligu framsýningina í Smiðjuni í Lítluvík. Sjey limir í Fokusbólkinum hava tikið tilsamans 43 myndir, sum eru komnar upp at hanga, og nakrar er settar fram við vegginum at blaða í, svarthvítar og í litum, flestu í A3 stødd og onkrar størri. Øll Fokusfólkini hava sýnt fram fyrr. - Motivini eru landsløg, portrett og minimalistisk. Eg eri yngstur, og eg haldi, at Óli Lindenskov er elstur, sigur Oddfríður Marni Rasmussen, ið vit eisini kenna sum virknan rithøvund. Óli nikkar og skeinkir kaffi. Haldur Suni Johansen - Vit brúka Canon, Fujifilm og Leica. Vit hava eini seks myndir hvør. Onkur hevur fýra og onkur átta, sigur Óli í Smiðjuni í Líluvík, ella úti í Grind, sum eldri Havnarfólk siga. - Næstu ferð sýna vit fram í maimánað, tí hetta er ov sjaskut, sigur Óli. Hann vísir mær navnalistan: Heri Samuelsen, Jacobina Sigmundsdóttir Niclasen, Jórun á Fløtti Jacobsen, Kristinn Hentze, Haldu...

Bestu matstovur í Føroyum

Bent Christensen, sum síðan 1978 hevur givið út Den Danske Spiseguide til danska marknaðin, er nú farin undir Faroe Best , sum í einum lítlum ensk-donskum bóklingi tekur dagar ímillum matstovur í Føroyum. Neyvan hevur nakar havt størri týdning, enn just Bent, at breiða út kunnleikan um føroyska matgerð, tænastustøði og útboð, sæð úr einum altjóða brúkarsjónarhorni. Bent, sum er giftur inn í føroysku Hammershaimb ættina, er farin um tey fýrs, og er sannførdur um, at nýggasta átakið, Faroe Best , heldur fram. - Eg eti enn 150 restauratiónsmáltíðir á hvørjum ári, sigur Bent, sum eg siti til borðs við á Húsagarði, ið er matstovan á Hotel Brandan í Havn. Eins og á grannahotellinum, Hilton, sum kvøldið fyri var karmur um eitt heiðrandi ítróttatilak, var tað bara ein kvinna, ið fekk gastronomiskan heiður. Tað var Karin Visth, sum varð kosin ársins sommelier. Men hon var í Singapor saman við Koks, har tey beint nú hava støkk-upp matstovu. Koks varð annars kosin ársins matstova í kapping við...

Charley Pride í Føroyum

Í november 2009 var Charley Pride (1934-2020) við orkestri í Føroyum. Allan Samuelsen skipaði fyri og hann spurdi, soleiðis uttan varsil, um eg hevði hug at koma við til Dublin í einum leiguflogfari hjá Atlantsflogi at heinta hann.  Jú, tað vildi eg fegin, men ikki uttan at eg slapp at práta við hann, og hava ein sjónvarpsmann við at filma tað heila. Tað var gaman í og Jógvan Eli Dam kom við.  Við í ferðalagnum var eisini Hallur Joensen.  Vit byrjaðu at filma umborð á flogfarinum, hildu fram í komuhøllini, har Charley møtir Rannvá og lærir seg navnið, og so aftur í bussinum, sum koyrir okkum til Havnar. Men í Sandavági er so gott ljós, at eg spyrji Charley, um vit kunnu steðga við kirkjuna og gera eitt prát um gospelsangir. Tað er gamaní. Hann heftir seg við navnið á einum smádrongi, sum vitjar eina grøv, og sær sama drong og minnist navnið á honum, frammanfyri senuni í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá konsert er hin 22. november.  Komin til Havnar halda vit fram við prát...

Millum Satan og veruleikan

Nú fyllir Útvarpið 65. Tað hevur fylgt mær alt lívið, og 20. juni nái eg, um Gud vil, sama aldur. Eg eri útvarp og eingin annar stovnur hevur myndað meg so nógv sum føroyska Útvarpið. Ja, eg kann enn finna uppá at siga ”í útryðjuni av býnum, har norðuri í landinum”, bara tí at soleiðis segði Útvarpið. Tað skapti ein resonans, sum gekk í eitt við føroysku fólkasálina. Nú eg longu havi nomið við Satan, Gud og sál, er tað serstakliga spennandi, at Hanus Kamban hevur eina tíðargrein í dagsins Dimmu um Útvarpið. Á sama hátt sum Dimma eisini fær Jóanes Nielsen at skriva ógloymandi idigneraðar tíðargreinar, sum glógva í tíðini, greinarnar. Fyrr var Gunnar Hoydal, sáli, ein triði meistari í sama blaði, kanska hin fyrsti, skulu vit gera ein tignarstiga, og so Oddvør Johansen eisini. Grundin til at eg nevni hetta er tann, at tað hvílir ein redaktionell ábyrgd á øllum miðlum. Bert fáir gera nakað við tað. Hanus nevnir í dagsins tíðargrein øll tey væleydnaðu avrik, sum Útvarpið hevur drigið í la...

John er ímyndin av matstovuvirksemi

  Sunnudagin fær John Mikkelsen frámerkið ikon í nýggja ensk-danska bóklinginum Faroe Best , sum á 54 blaðsíðum hevur gjørt ein gjøgnumskurð í eini løtumynd av støðuni í føroysku matstovuvinnuni.  Tað er hin royndi Bent Christensen, sum fyri fimtan árum síðan varnaðist tað serføroyska í altjóða matgerð, ella gastronomi, sum kanska nemur meira við list, matgerðarlist, enn tað gerandisliga, sum liggur í hugtakinum matgerð, ið er heitið á mest seldu kókibókini, Matur og matgerð . Fyri Bent Christensen skrivaði eg í 2017 hesa donsku grein um føroyska matstovuvinnu og kokkabókagerð.  Í nýggja bóklinginum Faroe Best kemur navnið John Mikkelsen sjey ferðirnar fyri. John er matstovuleiðari, restaurationschef, í Áarstovu, Barbara Fish House og Ræst. Og so fær hann heiðurin sum ársins matstovuprofilur, restaurantprofile, í 2021 í kapping við Ólav í Búrstovu, í matstovuni Húsagarði á Hotel Brandan og Mike Uhre í matstovuni Munkastovu umborð á Norrönu. Men stuttligast haldi eg tað v...