Dánjal á Neystabø og Búi Dam (KVF)
Nám hevur gjørt avtalu við Búa Dam og Dánjal á Neystabø um komandi sjónvarpsrøðina ”Seks spurningar um at vera menniskja”.
Í tíðindaskrivi í dag verður sagt, at Nám hevur keypt rættin til at brúka teir seks partarnar til undirvísing í barnagarði og skúlaverkinum. Fyrsti partur verður sendur í Kringvarpinum fríggjakvøldið 11. mars.
Búi og Dánjal, sum eru kendir frá ”Ævintýraferðini”, hava gjørt sjónvarpsrøðina, sum er í seks pørtum, ið vara knappan hálvan tíma hvør.
Tilfarið í sjónvarpsrøðini viðger grundleggjandi tilveruligar spurningar á ein hátt, sum ikki er sæddur fyrr. Nám hevur havt tætt samband við framleiðararnar, so hvørt tilfarið hevur verið gjørt, og metir, at lidna tilfarið kann brúkast saman við børnum, ungum og vaksnum bæði í barnagarði og í skúla.
Fyrrárið vunnu Búi Dam og Dánjal á Neystabø Geytan fyri eksistentiella barnafilmin ”Hví eru vit her?”, sum er ein undanætlan, ella pilotur, fyri alla verkætlanina, sum nú er gjørd.
Dómsnevndin segði tá m.a. ”Heilt frá byrjan síggja vit greitt eina filmiska referansu til kanska kendasta filmin av okkara leiðum - Sjeynda Siglið hjá Bergman, filmurin har telvarin dystast við deyðan. Umframt hesa referansu, spælir filmurin sær eisini stevfast vælupplagdur við slapstick sjangruna. Hóast partur av størri heild, loysir vinnarafilmurin til fulnar ta gátu, hann í útgangspunkti setir sær fyri at loysa. Tað er spurningurin um tað, sum klokkan mátar, tíðina, og hvar tey sum fara, fara. Og hvat hendir, tá tann sum fer, ikki hevur rætta kuffertið við sær, og tí kemur aftur, at avgreiða viðurskiftini við barnið í søguni - sum eisini er ein vaksin - og tá fær rætta kuffertið, og tí kann fara at fara. Tøknin, visuellu rúmini, dialogurin og leikararnir skapa eina so hugtakandi heild, at hóast eksistentielli filmurin er ætlaður børnum, er hann eins brúkiligur til vaksin.”
Nám hevur skrivað serskildan sáttmála við Búa og Dánjal, sum útgreinar avtaluna um sjónvarpsrøðina, sum verður send í Kringvarpinum.
Myndirnar niðanfyri eru frá Geytahandanini fyrrárið, tá Búi og Dánjal vunni Geytavirðislønina fyri undanætlanina "Hví eru vit her?". Á fyrstu myndini er eisni Gudmund Helmsdal, sum fekk Áskoðaravirðislønina fyri "Trøllabeiggi".