Umframt vælskrivaða, reflekterandi og drúgva ummælið hjá Trygva Danielsen í Dimmu av filmsrøðini Trom herfyri, er í dag eisini eitt hugleiðandi listummæli hjá Kinnu Poulsen av somu krimirøð á ikki minni enn tveimum opnum.
Ikki hissini Trom umrøða. Í sama blaði.
Og hondina á hjartað. Í endanum á listaummælinum fer ummælarin at ummæla ummælarar, sum hava ummælt produktið, sum er teir seks partarnir av sjónvarpskrimirøðini Trom.
Flennandi, trúði eg ikki mínum egnu eygum.
Men fekk so eitt hugfarsligt og afturhorvandi flash back til yngstu skúladagarnar, tá vit fyrst spældu hitt simpla gitispælið, Grind spik og eplir, og so eleveraðu vit okkum upp á undirhaldandi minnisspælið Eg var til te hjá keisaranum í Kina.
So varð uppgávan at minnast, hvørjum tú møtti.
Sum frá leið gjørdist minnisrøðin longri og longri og krøvini til at minnast samsvarandi, serliga tað navnið, sum akkurát varð sagt, skuldi tú ikki verða dømdur úti. Og so kundi onkur kreativur næmingur gudhjálpitúmær finna uppá at geva tedrekkarunum hjá keisaranum í Kina bæði motiv og eginleikar, so talan bleiv eisini um at siga innlagdar smásøgur, umframt at minnast tey søgdu nøvnini.
Tað havi eg ikki upplivað fyrr, at verða settur inn í ein meta kontekst í einum landi, sum mest sum ongantíð ummælir, og verða ummældur av ummælara, tí eg í fyrstu hond ummælti. Tað varð dagsins stuttliga hending! Framúr og takk fyri heiðurin!