Skip to main content

Flúgviradarin

Nú hendi tað so meðan vit svóu, hóast vit øll vistu tað. Putin’sa Russland legði á í Eysturukraina, tí har eru hansara fólk fyri fólkamorði, sigur hann, fegin um at hava gjørt sær einar bakdýr inn í stóra evropeiska landið, sum fyrr var sovjettiskt, men nú er størsta grannahóttan, sum kann fara upp í Nato og ES. Men fólkamorð í Ukraina, sum Putin sigur, tað havi eg ikki hoyrt um síðan hungursdrápini holodomor, tá Stalin fyri 90 árum síðan hevði brúk fyri ukrainsku kornmarkunum at breyðføða egnar sovjettiskar hermenn. Úrslitið varð hugursneyð á staðnum, tí alt tað ukrainska kornið varð flutt burtur. Tað er staðfest sum fólkamorð í Ukraina. Í kríggi er fyrsta ofrið sannleikin. Tá Hitler er tikin úr rúgvuni, eru eftir øllum at døma fáar søgubøkur í Eysturevropa, sum lýsa júst tað, men vestanfyri eru flestu dømi um søguliga manipulatión júst úr Eysturevropa, har leiðandi politikarar hava retusjerað fólk, tá tey blíva ov farlig at hava sum vinir. Tað lærir politiska søgan okkum. Meðan vit síggja og fylgja við. Dagsins radaramynd er hin sterkasta. Ukraina, sum fyrr varð rænt fyri alt korn, er nú eitt stórt hol á flúgviradaranum. Onkuntíð kann ein mynd siga meir enn 90 ár av søgu í skúlanum.