Skip to main content

Posts

Showing posts from March, 2022

Cat Stevens um brendar býir

Cat Stevens, sum í dag er 73 ára gamal, eigur nakrar av kendastu sangum á plátu. Myndina omanfyri hevur hann sjálvur lagt út á Facebook við hesum orðum:  Loved my time in London town. Picked up this wonderful walking cane from James Smiths & Sons umbrella shop. It's around the corner from where I grew up and was there when I was a boy - comforting to know that some things stay the same! Eina viku undan skrivar hann á sama stað: No Buddha, no chocolates - that leaves just me and the blossoms of Hyde Park Eyðkennið við sangum hjá Cat Stevens er ein íbygdur boðskapur um fríð, semju og sáttargerð.  Á profilinum skrivar hann: I’ve always stood for the elimination of conflict and wars, and any of those causes that ignite them. Millum kendastu sangirnar eru Morning has broken, Peace Train, Wild World, Father and Son, Moonshadow og The First Cut is the Deepest, sum fleiri onnur eisini hava sungið.  Fyri jól í 1977 vendi Cat Stevens við til islam og kallaði seg nú Yusuf. Eftir russisku

Grand Slam

Hóast vit liva í og stuðugt byggja upp eitt bókstavasamfelag, har rættarskipanin slær teg í høvdið við lógarinnar bókstavi, tá tú ikki skilir veruleikan, so er einki, ið hevur kraft sum filmur.  Í nátt varð dyggasta kapping um film varpað til allan heimin úr Hollywood, nú við verti, ikki færri enn trimum, eftir nøkur rakár uttan vert yvirhøvur.  Oscartiltakið er eftir øllum at døma enn trilvandi eftir at hava havt fæstu hyggjaratøl í eitt skeið. Tí sendingin og lýsingar skulu seljast, skal henni verða lív lagað, og skal hon náa tey hundrað umførini. Kanska er transition lyklaorðið, tillagandi broytingartíðir, nú stroymingartænastur hava lagt seg í oddin við Roma og   The Power Of the Dog hjá Netflix og vinnarin í ár,  Coda hjá Apple.  Vit kunnu spyrja, hvussu Oscarakademiið vil síggja seg sjálvt og endaliga filmsúrvalið, so alt fellir uppá pláss og øll eru nøgd og í tíðarinnar rætta anda við passandi afterparty. Og kanska var tað eitt kalkulerað og avtalað reklamustunt, tá Will S

Bankatoskur sum í Chihuahua

Høvuðskokkur í Barbara Fish House, har tey fyri fullum húsum borðreiða við nýveiddum bankatoski, er hin ungi Daniel Gutiérrez Medina frá Chihuahua har norðuri í Meksiko dygst við Texasmarkið og ánna Rio Bravo. Daniel, sum sæst longst til vinstru, kom higar fyri trimum árum síðan úr Spania, tá hann á einum steakhouse hoyrdi um Føroyar og matstovuvinnuna her. Hinir, ið eru avmyndaðir saman við Daniel í køkinum á fiskamatstovuni eru Sigmundur, matstovuleiðarin John, Rói og Arni. Tær tríggjar, sum servera, eru frá vinstru Ophelie, Kristina og Rósa. Skipari á túrinum við havrannsóknarskipinum Jákupi Sverra, sum hevur lagt upp til matskránna, er Poul Johannes Falkvard, sum livandi kann siga frá um vælvaksnan bankatosk, sum henda túran vigaði heilt upp í 26 kilo. Besti toskur og hýsa nakrantíð, sigur skiparin. Allur bankatoskurin fer á fiskamarknaðin til marknaðararprís, har Barbara Fish House fær sítt fyri vanligan prís. Vaðhorn keypir rest og selja so til Spania sum bacalao. Eftir rembingar

Turið Nolsøe, retorikari, um filmin "A Taste of Whale" á CPH:DOX

Hósmorgunin 24. mars var eg boðin í Imperial at halda ein fyrilestur á UNG:DOX fyri studentaskúlanæmingum. UNG:DOX er eitt undirvísingarátak hjá CPH:DOX, har ungdómsútbúgvingar fáa serligt høvi at síggja heimildafilmar, sum kunnu geva íblástur til temu, sum tey annars viðgera í ymsum lærugreinum, og hesaferð var nýggi filmurin “A Taste of Whale” (Vincent Kelner 2022) á skránni.  Filmurin viðger grindadráp, og hvussu felagsskapurin Sea Shepherd hevur haft átøk og roynir at steðga føroysku siðvenjuni. Partur av upptøkunum eru frá 2014, tá Sea Shepherd var í Føroyum við GrindStop-átakinum, men hóast hesi átta árini hava gjørt sítt, so er evnið viðkomandi enn.  Í fjør var nógv at lesa um stóra springaradrápið í alheimsmiðlunum, og eg var sjálv ringd upp av einum tíðindafólki frá DR og spurd um, hvat hendingin umboðaði fyri føroyska umdømið í heiminum. Nú eri eg retorikari og í holt við eina verkætlan um, hvussu føroyski abortspurningurin verður viðgjørdur í donskum fjølmiðlum, so tá eg ver

Móðurmálsdagur

Í dag er okkara móðurmálsdagur, tí henda dag í 1819 varð Hammershaimb føddur. Saman við øðrum legði hann lunnar undir málið. Kanska eitt sindur tollfrítt og lættkeypt at siga. Útlendskir granskarar, serliga danskir, hjálptu okkum, so fjalladialektin hjá hálvkvødnum søgusigarum bleiv eitt fullfíggjað skriftmál millum slektaðu grannamálini, sum eisini hava ein móðurmálsdag at fegnast um. Danski stuðulin hevur staðið við, og er í dag so dyggur, at tú ikki kann hyggja eftir filmi uttan danskan undirtekst og orienterað teg um støðuna í Ukraina uttan danskan hernaðarkorrespondent, sum við vanda fyri egnum lívi er farin frontalt á sjurnalistiska hermótið. Einsamøll skapa vit ikki móðurmálið. Men sleppa vit donsku ávirkanini, sum í seinastuni er linkað so mikið, at summi vilja vera við at kontan er uppbrúkt, so ber til at hyggja eftir hinum báðum grannalondunum, Noregi og Íslandi, sum vit helst eru enn nærri í slekt við, ikki minst tá um málsligar fyrimyndir og nýyrði ræður. Úr Noregi hava vit

Minnissteinur um James Bond á Kallinum

Tá nýggjasti James Bond filmurin varð frumsýndur í Havnar Bio hin 30. september í fjør, skrivaði eg soleiðis á blogginum :  "Eftir at hava sæð longsta James Bond film í søguni, hin fimta og seinasta við Daniel Craig og einasta film í verðini, sum við ósvitaligum production value er gjørdur í Føroyum, eri eg ovfarin av, at almennu Føroyar hava eydnast so væl at draga eitt filmiskt produkt aftur at sær sum No Time To Die ." Avrikið skal samstundis haldast upp móti teirri syndarliga lágu játtan, sum tað almenna letur til føroyska filmsgerð, ið elvir til at útlendsk location feløg fara avstað við óslípaða diamantinum á norðuratlantiska filmsløriftinum, sum eingin hevur sæð fyrr - Føroyar.  Í øðrum bloggi um sama evni - James Bond, sum hevur valt at leggja beinini í Kalsoynni - skrivaði eg soleiðis á blogginum hin 7. oktober:   "Stuttligt og hugvekjandi, at vit í Føroyum, og tað serliga kalsoyingar, hava fingið leiklutin sum heimstaður og karmur um higartil mest endaligu or

Eg kann sjálv velja at verða integrerað

Clarisse Simonsen er úr Togo í Afrika og arbeiðir sum verkætlanarsamskipari á Kt-eindini í Undirvísingarstýrinum.  Hon hevur verið íverksetari við egnum mathandili, og hevur verið virkin í nevndararbeiði, eisini á leiðslustøði.  - Bæði foreldrini hjá mær eru fødd og uppvaksin í Togo. Landafrøðiliga hoyra vit til tann sunnara partin av landinum, við sínum máli, sínari mentan, og sínum matvanum, sigur Clarisse, og ber saman nýggja og gamla heimlandið. - Millum annað er talan um ymisk fólkasløg, ymiskt veðurlag, ymiskar mentanir og ymisk lívsvirði, sum eg havi eygleitt. Sætt at siga eri eg sjálvur ikki so vanur við at fólk, ið hava annað móðurmál enn føroyskt, gera sær so stóran ómak, sum Clarisse, at læra seg nýtt mál og støðugt at halda tað við líka. - Onkur sigur, at eg havi máloyra, sigur Clarisse og flennir.  - Av lyndi dámar mær væl mál. Eg havi ment málið ígjøgnum ta tíðina, eg havi búð her. Men føroyskt er ikki lætt at læra, uttan at man ger sítt til tað. Persónliga haldi eg, at m

Orð skapa veruleika

Hóskvøldið var ellinta pecha kucha framløga í Føroyum. Hon var í høllini á Føroya Fólkaháskúla í Hornabø, har eg gjørdi fimleik fyri meir enn háltrýss árum síðan, tá henda høllin og smíðstovan í Kommunuskúlanum vóru partar av nýggja Venjingarskúlanum í Havn. Haldi ikki eg havi verið inni í høllini síðan. Tá var ein mynttelefon í gongini tað mest spennandi hjá okkum, sum høvdu størri og betri hug til telefonballadu enn fimleik, fyri ikki um at tala rokning.  Sissal Kristiansen skipaði fyri kvøldinum á Háskúlanum, sum Eyðun Eliasen leiddi okkum trygt ígjøgnum.  Heitið pecha kucha er úr Japan og merkir í besta føri chitchat í skapi av eini fokuseraðari elevatortalu í 20 x 20 sekund um eitt snøgt evni, tú velur, og í ringasta føri babble, ið orðabókin hjá Collins týður sum møsn.  Átta framløgur skulu vera og á hálvari leið er beerbreak við práti millum tey møttu.  Fyri fullsettari høll løgdu hesi átta fram: Annika Helgadóttir Davidsen, um sálarheilsi hjá ungum og fyrst av øllum um at orð s

Ravlitt í Perluni

Um vikuskiftið verður elektronisk sansan og dansan í Perluni niðast í mentanargøtuni í Havn. Dámdi tær stórbara ljóðið frá Jens L. Thomsen við Tjóðsanginum á FMA, so er høvið at hoyra hann aftur í Ravlitt leygarkvøldið. - Ravlitt hevur verid í menning í eina tíð, sigur Sunneva Háberg Eysturstein. Fyrstu Ravlitt-tiltøkini vóru í Sirkus í november, við nøvnum sum Konsørn, EMP og Lasse T. Jæger, sigur Sunneva og útgreinar tankan um tiltakið. - Ravlitt er ein platformur fyri elektroniskan tónleik í breiðari merking. Bæði tann elektroniska tónleikin, ið fokuserar uppá at dansa, men eisini tann, sum fokuserar uppá at sansa. Ravlitt savnar alt tað stuttliga og tað skeiva, so tað meira perifirera eisini kann koma í fokus. Fríggjakvøldið verður presenterað av Órógv , hvørs mál er ”at forstýra og skelka status quo, at svimja ímóti streyminum og flyta mørkini. Kom við okkum og uppliv tað dissonanta og tað ekstrema, tað sjálsama og tað yvirjarðliga”, siga fyrireikararnir. Fríggjakvøldsskráin

ListaMeldur

Eftir Jackson Pollock'skari fyrimynd hava berføttir næmingar á Føroya Fólkaháskúla dansað føroyskan dans á einum risastórum gólvlørifti við litpigmentum undir iljunum, og tilsamans gjørt eitt listaverk, sum er hongt upp, og nú fer um allan veggin sum eitt óendaligt áttatal inn í gongina í Námi við Hoyvíksvegin 72, har ListaMeldur er málið. Bárður Dal Christiansen, sum hevur verið lærari, sæst her saman við Hedvig Westerlund-Kapnas, sum er stjóri á Háskúlanum, tá framsýningin varð sett í dag. Dagurin í dag er ikki tilvildarliga valdur, tá umræður myndlist í livandi skúlum. Í dag, mikudag 16. mars, fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum. Háskúlin letur upp framsýning í Námi og ætlanin er, at hesin mikudagur í viku 11 hvørt ár skal gera vart við list í norðurlendsku skúlunum. Millum annað fara fleiri skúlar at bjóða foreldrum inn at síggja skapandi arbeiði, sum

Orsaka, at eg havi logið um kríggið!

Russiski sjónvarpsjournalisturin, Marina Ovsyannikova , sum higartil hevur starvast á Pervyj kanal, Kanal Eitt, sum er hin størsta og fevnir um alt landið, megnaði at skriva við tusj á eitt pappstykki: ”Steðga krígnum. Trúgv ikki propaganda. Tey lúgva fyri tær”. Við boðunum fram fyri seg, eydnaðist henni at koma beint inn í sendistovuna hjá Kanal Eitt, sum akkurát tá sendi tíðindi.  Nú fer myndin um allan heim. Eg deili hana eisini, einføldu myndina. Sama skuldi tú gjørt.  Marina er fødd í Odessa í 1978, mamman er russisk og pápin er úr Ukraina. Á undirvísingarportalinum  Snar  royna tey at skilja gongdina í Ukraina, so støðan kann takast upp í undirvísing og skúlahøpi. Djarvi russiski sjónvarpsjournalisturin heldur fram, og sigur soleiðis í einum bandaðum boðum til altjóða samfelagið: ”Tað, sum fer fram í Ukraina er eitt brotsverk. Russland er eitt aggressivt álopsríki. Ábyrgdin fyri hesum ágangi hvílur á einum persóni: Vladimir Putin. Pápi mín er ukraini og mamma mín er russisk. Tey

FMA er aftur á flogi!

Hesar vóru tær, ið eg varð fegnastur um at síggja sum vinnarar á árliga tiltakinum Faroese Music Awards, sum var í Norðurlandahusinum í gjárkvøldið. Maria Tórgarð og Dania Tausen við ársins video. Tær duga sítt kramm og vita, hvat tær vilja, hóast tær altíð tykjast leitandi, okkara og mentanarbrúkarans vegna. Tá kann tað ikki verða betri. Altíð á ferð og altíð við førningi. Seytjan virðislønir á níggjunda ári. Tað var FMA 2022, enn sum áður undir leiðslu av fryntliga Rólanti Waag Dam. Hátíðarligasta og hjartarøtursnemandi djúpasta løta var tá Jens L. Thomsen teknifiseraði tjóðsangin ”Sublima løtan” ytst úr rúmdini, sum var tað ”An der Schönen Blauen Donau” í samanførandi Rúmdarferðini 2002, sum í einum skurrandi valsi, stig fyri stig, leiddi okkum heimaftur í ljóði og myndaviðspæli, so situatiónsstørt, at tú hvørja løtu væntaði, at hann fór til ukrainska tjóðsangin ella at geva eitt gult-blátt frámerki. Men tað varð við løtuna her hjá okkum og ”Operation Valentine”. Sterkt og nemandi i