Dagsins bók The Story of Art Without Men (Penguin 2022) hevur staðið í ordra í ein mánað, og kemur um tveir. Tað var tí eg uppdagaði, at higartil so nógv kendasta listabók, sum eisini var donsk gávubók í Gyldendals Bogklub, The Story of Art (E.H. Gombrich, Phaidon 1950), ikki nevndi eina ta einastu kvinnu í altjóða list. Seinni, nógv seinni, slapp ein kvinna upp í part, tað var týska Käthe Kollwitz, sum fyri 99 árum síðan gjørdi plaktanina "Nie wieder Krieg". Nú hevur Katy Hessel skrivað spildurnýggju bókina um list uttan menn, sum longu er blivin metsølubók. Hana gleði eg meg til. Góðan 8. mars!