Skip to main content

Barnaútvarp fyri vaksin

 

Í vikuni hevur nýggjur public service sáttmáli fyri Kringvarpið verið fyri í Tinginum. Hin triði í søguni. Er tað nakað, sum kann øsa tingfólk upp, so er tað Kringvarpið. 

Eini tingmaðurin, hann hevur ta útbúgving, ið flestu meta sum heimsins bestu, sigur fyrst, at vit hava ikki eitt, men trý útvørp, og í seinnu tingmannaútbering verður útvarpstalið til fimm føroysk útvørp, tí vit hava fimm útvørp og ikki bara eitt, vil hann vera við.

Er tað nakað, sum tingmenn og ódefinerað kjakfólk í skýmaskotum kunnu fáa um skrúvuna, so er tað Kringvarpið, ella heilt spesifikt - Útvarpið.

Tað hava øll eina meining um, tí har er alt trunkað saman. Morgunlestur ta einu løtuna og Jimi Hendrix hina løtuna. Alt til øll uppá eingang. Men kristni fyrst.

Tí er gott, at sáttmálin millum tað almenna og Kringvarpið aftur er komin í ljósmála. Tað hevur hann ikki verið í longri tíð. Katastrofan hevði verið, um útvarpið varð slókt, tá sáttmálin ikki var til, ella ikki var í gildi.

Ábyrgdarøkið fyri Kringvarpið, og hvussu tað til eina og hvørja tíð verður definerað, er í mínum eygum og oyrum tað størsta og týdningarmesta.

Har miðsavnast maktin uppá gott og ilt, og tað hóvar ikki altíð politikarum, sum heldur burdu verið kallaðir valdshavarar, tí tað er tað, sum til gerandis kann verða bæði framburður og afturhald, annan vegin ótamdi viljin til makt, bara fyri maktsins egnu oyðileggandi skuld, og hinvegin at brúka staðfestu maktina til skilagóðan framburð, sum gongur í takt við játtan, starvsfólk, tøkni - og ein public service sáttmála, sum verður lykilin til uppgávuna.

Higartil hevur almenni avsendarin verið so fráverandi, at økið hevur ligið í sáttmálaloysi í langa tíð.

Okkara vegna er tað hvørki ábyrgdarfult ella framfýsið.

Og júst henda vending, okkara vegna, er kjarnuhugtakið í øllum fakligum kringvarpsvirksemi á okkara leiðum og grundstøðinum í einum og hvørjum sáttmála um public service. Okkara vegna.

Fyri tann saks skyld kundi Kringvarpið skift navn til Okkara Vegna. So verða allir fíggjarveitarar, vertir, framleiðarar, tøkningar og fyrisitarar mintir á, hvat endamálið við virkseminum er: okkara alra vegna at koma út um mikrofon- og senukantin, út til lurtaran og hyggjaran, sum rindar heila gildið. Og tí skal hava eina vørulýsing við jøvnum millumbili. Tað er týdningurin í einum public service sáttmála. At staðfesta at Kringvarpið virkar okkara vegna. Altíð okkara vegna.

Eisini tá havfrøðingurin undir yvirskriftini Barnaútvarpið hevur tær bestu sjóforkláringar um lívið á botninum.

Eg elski at hoyra hann meðan eg raki mær yvir morgunvaskinum.

Men eg eri ikki málbólkurin. Tilfarið er ikki didaktiserað, ella lagað til ætlaða móttakaran.

Júst her eigur tað mest hárfína kravið til kringvarpsfólk at liggja, hegnið at didaktisera, at hugsa annara vegna og at formidla torskilt tilfar, so tað nær rætt fram til ætlaða málbólkin.

Og tað er ikki sum at siga tað.

Hygg bert í tær endaleysu frágreiðingar og álit, sum í fremstu didaktisku fakøkjunum verða umbiðin, skriva og avlevera hvørt ár upp í saman. Sama frá somu fólkum um somu viðurskifti. Tí hendir eingin broyting á tí økinum. Maktin er fulkomin og løgd í hendurnar á teim útvaldu.

Ein public service sáttmáli skal bróta hesa ringu ringrás og tæna fólkinum til okkara besta í røttum upplýsingaranda altíð við rættari tøkni og skilvísi. Vælkomin á vøllin, okkara nýggi sáttmáli!