Undir einum málningi hjá Eyvindi Mohr frá 1952 verður eitt dagdvøljuhugskot hjá tveimum javnaðarmonnum í høvuðsstaðnum brúkt sum argument, at bróta allan Áarvegin upp, so syntetiska áarlíkið á Vaglinum kann halda fram at renna, omaná, heilt út í Eystaru vág.
Meðan Tobbi og tey í Runavík briljera við at seta mentan og medborgaraskap á breddan, og Klaksvík eisini byrjar at fóta sær sum arkitektoniskur staður, kunngerða fremstu javnaðarumboð í høvuðsstaðnum, at nú fer duettin undir verkætlanina ”næsta byggistig í miðbýnum at gera hugnaliga býarrúmið í sparikassagarðinum og við gongugøtuna til eitt hugnaligt uppihaldsrúm”.
Ávegis málið er tað heiðurliga at skapa autentisitet. Sagt verður, at borgarin skal koma enn longur í samband við sjálva ánna. Málið fyri endanum er munnin á Havnará, har enn størri uppihaldsøki skal gerast. Frálíkt hugskot og ein natúrlig kapitalistisk ekspansiónstrongd. Men løgið kortini, nú tað stundar til val. Næsta kommunuval verður hildið 12. november 2024, skrivar síðan hjá Tórshavnar kommunu.
Men út frá øllum teim ætlanum og tankum, sum frammi hava verið í Havn hesa seinastu hálvu øldina, at skapa lív og trivna í deyða miðbýnum, skilji eg ikki hetta útspæl. Hvør medvirkar í tílíkum? Hvar er fakliga framdriftin og burðardygdin? Hvat er endamálið, borgarans vegna?
Hóast eg hugsi eina løtu, so finni eg einki svar. Kanska tí at hetta er einki annað enn skálkaskjól.
Ókristiliga høgi prísurin hjá Javnaðarflokkinum at byggja kirkju í Sandá og innibyrgja Skansan - er tað at grópa Áarvegin upp, sum teir báðir halda vera ein vátan dreym hjá núverandi borgarum í Havn? Er tað prísurin fyri eitt skálkaskjól í Havn?
Sagt hevur verið av myndugleikanum, at umframt Kirkjubømúrin, er Skansin í Havn einasta fornminni av týdningi. Hann skal nú innibyrgjast, ja og so forrestin kirkjan á Argjum, sum skal byggjast mitt í Sandá.
Javnaðarfólk eru á báðum síðum, eru íverksetandi á Vaglinum og eru mótmælandi á sosialu miðlunum.
Tey hava nógv um at vera, javnaðarfólk í høvuðsstaðnum.
Hevði ikki væntað, at tey fóru at tørna soleiðis saman, tíggju mánaðir fyri kommunuvalið.