Føroyar eru eitt útvarpsland, tí her stendur tann miðilin bestur og sterkastur. Tað hevur altíð verið mítt uppáhald.
Men tað hongur eisini saman við at eg eri javngamal við Útvarpið, havi bygt ein FM sendara, og havi gjørt upp í leypar av sendingum. Tá kann meir enn so henda, at dømikraftin um gott og ringt útvarp kann verða ein avbjóðing, tí alt gongur í eitt og tú hevur ilt við at síggja havsbrúnna, velur tú útvarp sum miðil.
Men í hesum føri, hóast eg ikki hevði væntað tað, kom útvarpssendingin hjá Una Arge væl út um senukantin og fylti alt rúmið, har eg lurtaði.
Hetta er gott útvarp, tí teir báðir innbodnu útvarpsgestirnir, ið skuldu taka dagar ímillum, Hans Andrias Sølvará og Sámal Matras Kristiansen, vóru væl upplagdir, dugdu væl at viga uppgávurnar og at fylla leiklutirnar út, altíð lurtarans vegna, soleiðis sum verturin hevði skipað sendingina, eisini við innløgdum upplestri hjá Páll Danielsen. Passandi dosering og ein frálík brúkarasending, sum ikki er innvend og vendir sær til sjálvtilfreðsar lurtarar, sum í vertsskapi sóla sær í hvørjum øðrum, men er beintfram erlig, kanska nakað kávandi hampulig í støðum, fyri ikki at stoyta krakilska høvundin, ið er tiltikin í kjaki, og sambært ummælarunum einki mark hevur millum seg sjálvan sum høvunda og tað søguliga evni, hann hevur sett sær fyri at lýsa.
Helst hevði eg gjørt akkurát tað sama, um eg av einhvørjari orsøk setti mær fyri at skriva ævisøguna hjá Hank Williams. Tí bjóði eg ikki til at gera tað. Eg hevði mist fokus. Men til hevði borið, at hildið seg til keldur og arbeitt seg inn í ein meiri virðiligan vinkul og frásagnarhorn, annara vegna, heldur enn at prædika til kórið.
Í so máta bleiv útvarpssendingin ein framúr brúkarasending av upplýsandi slag.
At viga Virgar er ikki hvørsmansføri.
Gott útvarpsarbeiði.
Á sølulistanum hjá Riti og Ráki er bókin nummar sjey, telur 360 blaðsíður og kostar 350 krónur.