Skip to main content

Posts

Showing posts from October, 2024

Nei, vit skulu einki tjóðleikhús hava

Hóast Dario Fo segði, at í einum landi við ongum tjóðleikhúsið, har stendur deyðin í durinum, so er nú greitt, at vit skulu einki tjóðleikhús hava.  Eitt sindur jánkasligt, fyri at siga tað milt, var hetta enn einaferð staðfest og sementerað í morgunsendingini hjá Útvarpinum, Vikan.  Eitt sjónarmið var, at tjóðleikhúsið skuldi partú ikki vera í Havn, og eitt annað sjónarmið, sum er tað sterkasta í Havn, er, at har skulu vit hava parkeringspláss, í hvussu er á teim støðum, vit higartil hava hoyrt, at borgarstjórin í Havn hevur peikað á.  Har skulu bilar standa meðan vit arbeiða og eru til handils, og innan vit fara heim at upptaka enn eitt, ella kanska tvey, parkeringspláss í tí túninum. Bilar fram um alt. Hetta er sjónarmiðið í Havn. Bilar skulu eiga útsiktina av Skálatrøð, sum eg enn haldi vera heimsins bestu. Og bilar fáa almennan stuðul, so vit keypa fleiri av teimum. Til ber eisini at ganga og at hugsa býarplanlegging út frá øðrum enn kinesiskum elbilum og teirra forbannaða løðarum

Ein orðavirðiligur verkstaður í Kirkjubø

Fremsta núlivandi plátuskald, Bob Dylan, segði í eini serstakliga drúgvari takkartalu í 2015, tá Jimmy Carter gav honum heiðurin MusiCares Person of the Year, at tú kanst seta Nashville í eina tíðarlinju innan og eftir Kris, eitt pre-Kris og eitt post-Kris tíðarskeið, ”because he changed everything,” segði Dylan.  ”This was about the time that Willie Nelson picked up and moved to Texas. About the same time. He’s still in Texas. Everything was very copacetic. Everything was all right until -- until -- Kristofferson came to town. Oh, they ain’t seen anybody like him. He came into town like a wildcat, flew his helicopter into Johnny Cash’s backyard like a typical songwriter. And he went for the throat. “Sunday Morning Coming Down,” segði Bob Dylan í taluni í 2015, sum vardi 40 minuttir. Árið eftir fekk hann sum fyrsti tónleikari Nobelvirðislønina í bókmentum, “for having created new poetic expressions within the great American song tradition,” sum bókaliga Nobeldómsnevndin segði við 75 ár