Skip to main content

Amy Liptrot í Føroyum

Í nýggjastu BBC útvarpssendingini From our own Correspondent, sigur 38 ára gamli orknoyski rithøvundurin, Amy Liptrot, frá vitjan í Føroyum, her hon las upp á nýggja Bókmentafestivalinum hjá Kim Simonsen. 

Ikki tí, Bókmentafestivalurin hevur verið fleiri ferðirnar fyrr í Gøtu, men er nú fluttur til Havnar. 

Umframt rithøvundaprát í Reinsarínum, innleiddi Amy Liptrot eisini The Outrun (Nora Fingscheidt 2024) í Filmsfelagnum, sum hvørt mikukvøld í árinum sýnir nýggjan arthouse film í Havnar Bio.


Eftir ætlan heldur samstarvið fram millum Bókmentafestivalin og Filmsfelagið. 

Skaldsøgan, sum filmurin byggir á, kom fyrstu ferð út á forlagnum Canongate í Edinburgh í 2016, árið eftir í USA og bleiv metsølubók á fleiri málum. 

Í søluvindeyganum í Gamla Bókahandili á Vaglinum sóust tvær bøkur hjá Amy Liptrot, áðurnevnda The Outrun, og hin nýggjara The Instant, sum kom í 2022. 

Hon er eisini journalistur fyri BBC og hesa fyrstu ferð hon var í Føroyum kom hennara áhugi fyri smáplássum og innlitsfulla forvitni í hesum sambandi týðuliga til sjóndar. 

Myndin ovast er tykin inni hjá aðalkonsuli Íslands, Hannes Heimisson, har vit skiftu orð um urbanisering og gongdina í fólkatalinum í Nútíðarføroyum við fleiri undirsjóvartunlum. 

Hon hitti eisini borgarstjóran, Elsu Berg, sum hon í útvarpssamrøðuni er hugtikin av, ikki minst tí Elsa er so nógv yngri enn undanfarni borgarstjóri.

Niðanfyri sæst Amy Liptrot saman við festivalleiðaranum Kim Simonsen tá filmurin The Outrun varð sýndur fyri fullum sali. Hetta var fyrsta sýnining av hesum filmi í einum Norðurlandi.