Í køkinum í Áarstovu vóru leygarkvøldið Báraldur, Hørður, Yassime og Skander, meðan Emilia, Ólavur Tyrni, Vón, Anja og Marius, sum síggjast á myndini niðanfyri, settu á borðið í lívligu og fullsettu matstovuni.
Í teimum báðum matstovunum heima í Havn, Áarstovu og Barbara Fish House, var fullsett bæði fríggjakvøld og leygarkvøld, tá tey á matskránni burturav høvdu bankatosk, okkara fremsta brand, sum havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, hevði lagt upp fyrr í vikuni.
Gastronomiski siðurin at borreiða við toski av Føroyabanka, large cod, á hesum fine dining støði hevur hildið sær síðan 2011, og hevur javnt og samt verið foredlaður øll hesi árini, vár og heyst.
Í ár varð høvið at royna ein spanskan smakkvariant og samsvarandi vínskrá í Barbaru, meðan Áarstova hevði valt eina franska tilgerð og tilgongd, har føroyski toskurin í høvuðsheitum er paraður við Chablis víni.
Fyrsta dagin tekur ein skotskur matstovuleiðari úr Aberdeen yvir í Áarstovu, sum øll hesi ár hevur verið og enn er ovast á Tripadvisor.
Hinumegin Gongina hevur eksklusiva og Michelinviðmælda matstovan, Ræst, eisini latið upp við Vanesu sum leiðara og Sebastian Jiménez sum sjefkokki. Hann er úr Atlixco í Meksiko. Sebastian hevur verið kokkur síðan hann var seytjan, skapt egnu pop up matstovuna Cocina Ocho, og sum einogtjúguáragamal fekk hann høvið at opna eina latínamerikanska matstovu í Dubai, sum seinni førdi hann til Tailands, Indonesia, Fraklands, Niðurlond, Russland og at enda til Føroya, har Sebastian í 2019 bleiv partur av KOKS toyminum, og hevur umboða Føroyar í gastronomiskum kappingum á høgum støði. Í 2022 umboðaði hann Føroyar í S. Pellegrino Young Chef Academy Competition og vann Fine Dining Lovers Food for Thought Award. Nú stendur hann fyri køkinum í Ræst, og matstovan sigur í hesum sambandi: We couldn’t be more excited! Niðanfyri síggjast tey, Vanesa longst til høgru, og Sebastian í svørtum framman fyri níggjumannaða liðnum í køkinum í matstovuni Ræst, sum, nú vit skifta til summartíð, er opin aftur og fagnar føroyska várinum.
Fyrsta undirkast í grøna rúminum í Áarstovu, sum ber heitið Vertshúsið, er ein Chartreuse kokkteylur, sum Anja úr Ukraina serverar. Vit skifta orð um støðuna í heimlandinum, at hennara kæru nú búgva í Montenegro, og henni dámar væl ljósu árstíðina, nú vit fara til summartíð, sólin skínur, og tað tyngjandi nógva føroyska regnið, sum hon ikki er von við heimanífrá, í løtum sum nú, kann slíta í.
Fyrsti bankatoskarættur er saltaður, snildisliga tillagaður og lagdur tvørtur um Villeroy & Boch borðiskin við Brønnum og Comas knívi, langt frá Victorinox, við fermenteraðum aspargus majonesi, radisu og karsu omaná. Góður, lættur og genuinur smakkur av toski, sum varisliga og elegant førir okkum inn í nýuppløgdu skránna av Bankanum. Afturvið skeinkir Anja hvítvín úr Bourgogne, sum umframt at vera harmoniskt, er serstakliga vælparað til fyrsta toskarættin.
So kemur Vón við einum heitum borðiski við franskari brandadu, sum er morlaður toskur, bakaður við epli og róma, kryddaður við dreymkorru, koriander, til øll at deila afturvið súrdeiggjbreyði og hvítleykssmøri. Himmalskur smakkur av gerandistoski og raffineraðum hvítvíni úr Bordeaux afturvið. Nú eru vit við Bankarennuna.
Triði toskarættur er eitt toskarull, toskalunda-ballotine, borðreitt við rækjum, grønertumosi og Rossini-kaviari omaná. Til henda kongarætt, sum kundi verið eitt vet grovari í strukturi, fiskakjøti, varð skonkt heiðurskrýnda Chablis frá Regnard St. Pierre í Bourgogne.
Ein gastronomisk siðvenja, sum eg hugsi er komin til Føroya eftir aldarskiftið, er at leggja ein botn á djúpa súpanarborðiskin, og so stoyta sjálva súpanina omanyvir. Havi aldri upplivað at hetta slær falskar mentir, men tvørturímóti er vældámt og kærkomið, og altíð við plássi til eksotisk og óvæntað krydd og smakkbitar við serligum strukturi, í hesum føri toskalivur, skorin í skivur sum soppar, og so rogn, alt samalt í eini hummarasúpan. Fiskasúpanin, sum eg fyrstu ferð fekk frá Birgir Enni í hálvfemsunum hevur nátt hægri hæddir og verður støðugt ment. Frálíkt og fólksligt, hóast djúpt raffinerað.
Vit tosa við tónleikarar, sum sita í næsta rúmi og vita nógvar søgur úr øllum landinum. Skifta eisini orð um ikki Alison Krauss er hin rætta sangstjørnan beint nú at fylla høllina við Tjarnir uppi í Hoyvíkshaganum. Jú, heldur Ragnar, sum tosaði við hana kvøldið fyri. Blue grass hevur ein sterkan basa í Føroyum.
Eftir innleiðandi toskakvartettina kemur nú symfoniski høvuðsrætturin: Konfiteraðir uggar, cod belly á enskum, við soppum og bjarnaleyki. Lætt tilgjørt, so feskleikin í nýveidda bankatoskinum, altíð er til staðar og nærverandi við góðum føstum smáeplum, brasaðum grønmeti og hollandaise sós, sum varisliga og í smáum kann stoytast omanyvir við egnari hond, meðan grafiska toskaskræðan liggur framman fyri okkum. Og her skifta vit orð um sós og óvanan á summum matstovum, at stoyta sós omanyvir ein og hvønn serveraðan rætt og borðisk, longu tá hann kemur úr køkinum, heldur enn sum her, at lata gestin sjálvan velja sós í passandi dosum og í summum førum kanska slettis ikki. Afturvið skeinkir Anja reyðskyggjandi Côte de Beaune-Villages frá hinum her so kenda vínbóndanum, Joseph Drouhin, í Bourgogne.
Omaná leggja vit lok á løtuna við kaffi og flótandi sjokolátakaku, sum lava, við vaniljuísi og portugisiskum tawny úr risafløskuni hjá Graham's úr Douro, sum ukrainska Anja heldur.
Semja er um, at gastronomiska støðið, sum nú í áratíggju hevur verið høgt, er í støðugari menning, eins og serveringin í hesum hugnaligu hølum í søguligu Havnini, millum gamla býin, Reynið og Tinganes, sum grevur seg út í sjóvarmálan sum fremsta gastronomiska lokomotiv í landinum. All on board. Nú kasta vit!