Í dag varð Ovasavnið latið upp fyri almenninginum at brúka á Malarenda í Nólsoy. Nógv fólk vóru møtt at finna páskaregg í bygdini, sum lokalir sjórænarar fjaldu í túsundatali, og talur vórðu hildnar framman fyri nýggja savninum, at greiða frá um arbeiðið, sum hevði staðið uppá í níggju ár.
Kjarnuuppgávan hevur verið at hýsa bátinum, Diana Victoria, sum Ove Joensen,
37 ára gamal, róði einsamallur í 41 dagar í 1986 úr Føroyum og til Langelinie í
Keypmannahavn í smekra róðrarbátinum, sum Hanus Jensen úr Skúgvi smíðaði, 24 ára gamal.
- Alt í bátinum er, sum tað var, sigur ein fegin Hanus. Sjálvt pútan at sita á bekkinum er hin sama, sum eg monteraði, sigur hann, bilsin yvir, hvussu væl báturin er vardur og hildin øll hesi árini, og nú settur inn í hesi fyrimyndarliga hugtakandi høli, ið eru bygd uttan um hann.
Óli Svein Lutherusson og Nicolaj Falck, sum síggjast fremst fyri á myndini, har teir fáa heiðursskjal, hava staðið fyri meistarliga timburarbeiðnum.
Formaður í nevndini fyri Ovasavnið, Thomas Joensen, helt røðu í túninum og greiddi frá tilgongdini og øllum stuðulsmøguleikunum, sum Unn Sørinardóttir, Guðrun Sundar Hansen og tey øll hepnaðust at fáa samband við og vælvild frá.
Borgarstjórin, Elsa Berg, helt røðu og nevndi, at óteljandi fólk hava arbeitt fyri at savnið skuldi gerast veruleiki, og fylgjandi býráð hava stuðla verkætlanini. Elsa nevndi, at í dag byrjar eitt nýtt samstarv, sum er, at Kunningarstovan í Nólsoy er flutt inni í hølini, har Bjarni, skal stíla fyri.
- Tit í stuðulsnevndini hava í fleiri ár arbeitt hart fyri at savna pening, eisini hevur bygdafólkið skipað fyri tiltøkum og annað, at røkka málinum, rúgvismikla skráin í dag við stOVEtónum, tombola og fiskasúpan eru dømi um tað.
Og so skar nólsoyingurin, Karlot Hergeirsson, sum er løgtingslimur fyri Framsókn, snórin við egnum grindaknívi, so fólk sluppu inn at síggja snøggu og væl skipaðu hølini.
Fyri endanum á stóra vegginum sært tú eina 3D hologram mynda av Ova, sum ein grikki hevur gjørt. Tekur tú 3D brillur, so sært tú í øðrum eyganum hin rætta róðrarmannin, Ova Joensen, og við hinum eyganum beinagrindina. Hetta er ein legenda, sum er avmyndað. Tað er sum at hoyra sangin hjá kaliforniska Tom Russel The Rooftops of Copenhagen um Ova Joensen á fløguni Folk Hotel í 2017.
Tað var til Ovastevnuna í 2011 at Ole Wich gjørdi talvuna yvir siglingarleiðina hjá Ova Joensen í fimm manna farinum, Dianu Victoriu, sum á navnbrettinum hjá Ova er stavað við dupult w. Talvan varð sett á veggin í kjallaranum í Petersens Pakkhúsi, har Eirikur Sundar Hansen, sum er giftur Helenu á Bátatúgvuni, systir Ova, umframt at hýsa legendariska bátinum, eisini hýsti Kunningarstovu í erva. Lukkutíð fylgdi stóra og illustrativa talvan við í nýggja Ovasavnið, har hon nú hongur í perfekt matsjandi litum á langvegginum yvir bátinum, har listarliga skornu brettini, við ljósi aftanfyri, benda á gomlu kirkjurnar, so sum Tutl plátuhúsin Kingoløg hjá Kristiani Blak frá 1984 gava okkum eina fatan av úr Kirkjuni í Kaldbak.
Við støði í avrikinum hjá Ova Joensen hava stOVEtónar tikið seg upp í bygdini. Hesuferð hoyrdi eg tey bæði, Benjamin Petersen og Sannu Bæk Hoydal syngja duett í húsunum hjá Aðalbjørg og Nicolaj, Storms Never Last, við so tøttum og sannførandi harmonium, at tað var sum at hoyra Waylon Jennings og Jessi Colter í 1981, langflutt til Nólsoyar henda høgtíðardag, Ova til heiðurs. Framúr løta í stovuni.
Nólsoyingar og Nólsoyar bygd hava fingið ein savningarstað, sum eingin onnur bygd, eg veit um, hevur fingið. Bygd á eina lokala søgu og legendu, vit øll minnast, og karmur um ein bát, sum er eitt varðveitt meistaraverk, ið gevur ringvirkingar í samfelagið kanska fyrst og fremst í spælimans- og harmonikutónleiki.
Men frástøðan úr høvuðsstaðnum er so lítil, at her liggja allir upplivingarmøguleikar opnir, at síggja fugl, at ganga út á Borðuna - og hvør veit, at skipa fyri ráðstevnum, so sum at fagna okkara fremstu essay høvundum, til dømis honum, sum júst var av Malarenda, Tróndi Olsen. Livst so spyrst. Takk fyri løtuna.