Í vikuni fegnaðist eg um, at Gellumasurkan er aftur. Hesuferð sum reel á Facebook. Fyrstu ferð eg legði merki til hana, var fyri sjey árum síðan á YouTube á eini kanal hjá Miðlahúsinum.
Stílurin er hin sami, sjálvreflekterandi speisøgur úr
gerandisdegnum, kanska av songarstokkinum, innan hon fer upp at møta degnum. Júst
tann løtan letur upp fyri gerandisdjúpum hugsunarsemi. A moment of Zen.
Á Facebookvanganum
sigur hon “Tað byrjaði við humoristiskum forteljingum um gerandisdagin við
børnum. Men so mitt í tí heila, bleiv Gellu-MAsurkan til, og hon hevur
fylt meira og meira. Oh well 😊”
Gellumasurskan er eitt kærkomið høvið at fylla
meiningsloysið og aðrar deyðar løtur í gerandisdegnum, tá feria er. Viðkomandi,
kanska serliga hjá monnum at uppliva, tí hetta er sum eitt watering hole hjá
kovboyarum á nýbyggjaraheiðini, har lítið er til av skemti, kanska púra turt og
upp í einki, tá eg skal teinkja meg um.
Í 2017 skrivaði eg ein blogg undir yvirskriftini ”Teigar til teitis”, har tvær kvinnur vórðu fagnaðar og hildnar fram fyri hugvekjandi stuttlig avrik á prenti og í útvarpi. Tær vóru Simona Midjord við eini Klummu í Dimmu, og Armgarð Arge við Klummuni, vit enn kenna hana fyri, í Útvarpinum.
Eg endurgevi tekstin á blogginum frá 2017:
”Í bløðunum er gomul siðvenja at fáa ein høvund at skriva
eina klummu, sum er meir undirhaldandi enn oddagreinin. Bretar rópa
hetta column. Føroysku orðabøkurnar, í hvussu er tær, sum eg havi
sæð, taka lívið av íbornu ætlanini, tá tær rópa klummuna ein teig,
sum ein fastteigahøvundur ambætar. Tú hoyrir longu, hvussu
ósexut hetta verður umsitið og útint. Ein teigur millum aðrar teigar.
Nei, klumman er ikki bara ein teigur millum aðrar teigar. Hon er, tá hon er
best, eitt sjálvstøðugt listarligt avrik millum fremstu tíðarbæru skrivligu
avrik, ikki fjart frá essay, sum orðabøkurnar binda niður í eina
hjálparleysa roynd at skriva handahóvsverk, at seta undir teigin ritroynd,
ið er hvaðna ósexutari heiti fyri heimsins hægstu skrivligu framseting.
Fyri stuttum skrivaði eina av okkara bestu klummuhøvundum, Armgarð Arge, eitt
svar til sexistiska stílin hjá Tobba og okkum føroyskum monnum yvirhøvur. Tí
elski eg at lesa Armgarð. Eg tók klummuna til mín og vildi fara at lesa hana
nærri. Men tá var hon burtur, kipt sum sangfuglurin.
Sosialurin, har heiðurskrýndi klummuskrivarin, Høgni Djurhuus, skrivar, hevur í
seinastuni lagt Árna Gregersen í kjalravørrin á Høgna, og sett hann á niðaru
helvtina á somu síðu undir yvirskriftini Ája.
Tað hóvar mær ikki. Tað er overflow innan sjangruna teigar
til teitis.
Hvørt til sína tíð.
Gongdin seinastu tíðina hevur víst, at eingin kann sum konufólk við góðum penni
í teigum til teitis, siga okkum monnum, hvussu vit til gerandis og heilagt
spegla okkum í hvørjum øðrum.”
Vælkomin aftur Gellumasurkan!