Skip to main content

Eingin fer órørdur úr Føroyum

 

Sannheit, sigur Kerik Kouklis, tá eg spyrji hann um loyvi at brúka myndina, hann tók úr vindeyganum á Hotel Føroyum av Nólsoynni í 2021 og hann hoyrir yvirskriftina. 

"Truth!" sigur amerikanski myndamaðurin.

Í mong ár hevði eg samband við okkara felags fotovin, Bill Schwab (1959-2025), sum fekk ein hjartatilburð á fotoskeiði á skotsku Hebridunum og doyði. 

Soleiðis skrivaði Kerik Kouklis, sum var við Bill á fotoskeiðum í Føroyum, hin 29. oktobur í ár:


Omanfyri eru teir báðir í eini sildaverksmiðju í Djúpavík í Íslandi. Í dag arbeiðir Kerik við myndini av Nólsoynni úr vindeyganum á Hotel Føroyum, eftir at vit høvdi tosað um sálmar hjá Kingo og at fanga bráddliga skiftandi føroyska ljósið:

I am about 3/4 the way through matting 30 prints for my upcoming “Earth is Home II: A World of Color”. I really dislike cutting mattes. I realized today it’s like washing the dishes. There’s the satisfaction of getting it done. This photograph was made from my hotel window the first time I went to the Faroe Islands with Bill Schwab in 2021. That was a great trip. Similar vibe to Iceland, but fewer tourists. Great food too. This is one of the prints that’s included in my book/prints offer available on my website. Happy Thanksgiving everyone. Ours will be local and small this year, which is perfect. I’ll be making Avgo Lemono Soup. Very Greek and very delicious.

Daniel Bayer úr Aspen, Colorado sendi mær 5. novembur hesa minnismyndina av Bill Schwab og mær á Víkavegnum við Fossá í september 2021:

- It’s unbelievable he is gone, sigur Daniel, sum eftir skeiðið fotograferaði grimdarregn um alt landið einsamallur í fleiri dagar við uppvendum blitsum, sum hann lánti frá Alan Brockie. 

- I also need to come back to the Faroes in another season and make more. Life is simply that short. 

Her er slóð, sum sigur meir um fotoskeiðið í 2021 undir yvirskriftini "Føroyar í amerikanskum optikki".

Bill Schwab var fremsta kelda hjá mær at fata, hvussu gestir síggja Føroyar, ikki bara sum myndaevni, men eisini, hvat rørir seg millum fólk í okkara samfelag, sum ikki er so nógv annarleiðis, enn har hann búði og ferðaðist.

Friður verið við minninum um vinin Bill.

Comments