Eldraráðsvalið er byrjað í høvuðsstaðnum. Beint sum eg havi avgreitt talgildu atkvøðuna, setir virkni grannin, Hans Jacob Hermansen, meg í samband við Bjørn Helge Hansen, formann í Eldraráðnum í Nordland, til vinstru við diskin í Paname omanfyri, og Eirik Fiva, til høgru, sum er úr Bodø og limur í Ráðnum.
Teir vitja í Havn og fara í morgin til Reykjavíkar.
Endamálið við ferðini er, at fáa samstarv við føroysk og íslendsk eldraráð, so ein felags orðing kann setast í karm, og til várs verða ein umsókn til NORA, ið er samstarv millum Strandanoreg og Útnorður, har Halla Nolsøe Poulsen er stjóri.
Við ársbyrjan samtykti NORA nýggja strategi, sum varpar ljós
á eldri, ikki sum byrða, men sum silvurgylt ressursa.
Eldraráðið í Nordland, sum Bjørn og Eirik umboða á Føroyaferðini,
er fyrimyndarliga virkið.
Við kaffiborðið í Paname á Vaglinum í Havn skifta vit orð um NORAs grå guld, um at fleiri oppegående enn nakrantíð, sum eru í sjeytiárunum, eru í norðurlendsku arbeiðsstyrkini, men at eingi arbeiðspláss aktivt søkja eftir eldri fólki, eins og gjørt verður við at fáa eina kynsliga og etniska javnvág á arbeiðsplássinum.
Spurt verður, hvar arbeiðsplássið, sum ger hetta til sítt vørumerki, er í norðurlendskum høpi?
Quiet Firing
er harafturat ein avbjóðandi veruleiki, tá uppgávur stig fyri stig verða tiknar
frá fólki í øllum aldri, men sum helst raka eldri harðast, har eingin miðvísur
eldrapolitikkur av human resource slagnum er, samstundis sum politiska skipanin
vil hækka pensjónsaldurin at tryggja vælferðina og gjaldførið.
- Vert er
eisini at leggja til merkis tann óunniliga hagfrøðisliga veruleika, at fólk í
sjeytiárunum eru yvirumboðað tá talan er um sjálvmorð, sigur Bjørn. Hann mælir
til eina narrativa hugburðsbroyting, sum tekur støði í spurninginum: Hvat kann
gera samfelagið betri at búgva í?
- For å
lykkes med dette må vi endre både kulturen og språket vårt. Språk former
holdninger, og vi må slutte å snakke om eldrebølgen som et problem. Begreper
som silver economy, seniorressurser og gullreserven gir et helt annet bilde. Det er på høy tid at vi endrer fortellingen. Seniorkompetanse
er en undervurdert ressurs også for innovasjon og entreprenørskap. Vi ser
stadig flere eksempler på bedrifter etablert av eldre, og bemanningsbyråer som
spesialiserer seg på seniorer. Det er både sosialt viktig og svært god økonomi.
Det fremmer også selvfølelse og menneskeverd hos eldre mennesker som fremdeles
har mye å bidra med. Skyv ikke eldre ut av det verdiskapende samfunnet, sigur Bjørn.
Vit tosa
um talgilding, nú talgilt val er í Havn, meðan 600.000 fólk eru uttanfyri
talgildu skipanina í Noregi. Hinvegin er eldrasamstarvið í Bodø sterkt og
vælskipað, eisini við játtan, sum er 2,4 mió nkr. Allar norskar kommunur hava eitt eldraráð, óansæð stødd. Eitt av endamálunum er at fáa
fleiri eldri at verða aktivt við í avgerðargongdum, siga báðir.
Eirik
greiðir frá um virkna lívið hjá Senioruniversitetet í Bodø, har Halfdan
Sivertsen býr, og um egna plátusavnið, har bretsku Kinks eru ein týðandi
partur. Herfyri var hann á Kinks- og fótbóltsferð í London, og so eydnaðist
honum at fáa 10.000 krónur á uppboðssølu fyri eina heimliga LP plátu við orkestrinum hjá Terje
Nielsen, CrossBreeze.
Semja er við
borðið um, at ein tankasmiðja og hugskotsbanki, en tenketank, við umboðum úr
Føroyum, Noregi og Íslandi, eigur at verða skipaður, og kanska verða knýttur at
skrivstovuni hjá NORA í júst hesum ætlaða samstarvinum.
Nú fara
teir báðir, Bjørn og Eirik, til Runavíkar við Hans Jacob sum sjaføri at hitta
eldraráðið har.
Takk fyri gott, neyðugt og hugvekjandi prát!




Comments