Í dag er evropeiskur
arthouse biografdagur, og vitlíkið hevur gjørt ein biograf, bókasavn, mentanarhús og kafé við terrassu mitt á býarkortið
hjá kommununi í miðbýnum í Havn. Fyrimyndin, sum varð promtað, birt, er Norðurlandahúsið.
Í Havnar
Bio, einasta biografi í landinum, er nakað so sjáldsamt sum ein svenskur
teknifilmur, Palli Halaleysi, við føroyskari talu.
- Eg
haldi at tað er so stuttligt at áhugin fyri Palla Halaleysa hevur verið so
stórur, sigur Svanna Clementsen, sum er stjóri í Havnar Bio.
- Tað
vísir seg at føroyska málið hevur nógv at siga, sigur hon, og nevnir filmin Klintrimús,
ið er ein enn kendari søga, og tí hevði ein stóran lut í atgongumerkjasøluni í
fjør.
- At
síggja smáu børninu liva seg so væl inní søgugongdina á egnum málið, og so
eisini at hoyra børnini brúka nøkur góð føroysk orð í spæli, sum tey hava lært
og hoyrt í filmunum í biografinum, sigur Svanna nú biografdagur er, og filmurin
um Palla Halaleysa verður sýndur.
Eftir
ætlan verður tað eitt afturvendandi tiltak at gera føroyskar røddir til kendar
teknifilmar, kanska meir enn ein um árið, segði Kringvarpsstjórin, Magnus Dam,
tá Palli Halaleysi varð frumsýndur í biografinum herfyri. Saman við honum eru Jonna Mortensen og Páll Danielsen.
European Arthouse Cinema Day er fyriskipaður av la Confédération Internationale des Cinémas d'Art et d'Essai við adressu í París og Berlin. Altso ein týskt, franskt og enskt mælt skipan, ið við evropeiskum stuðli sameinir arthouse biografar í øllum heiminum.
Biografambassadørar
eru leikstjórar sum finski Aki Kaurismaki og týska Mascha Schilinski, ið sæst á
myndini niðanfyri og er frammi við filminum In die Sonne schauen (Sound of
Falling), sum Filmsfelagið sýnir í biografinum mikudagin hin 28. januar.



Comments