Tóri Slættalíð, sum er námslektari í kt-didaktikki og støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, sigur, at brúki eg Edge-kagan á telduni, so fái eg atgongd til Copilot á síðupanelinum. Men tá fær kjattbotturin eisini atgongd til ymiskt, sum er opið á síðuni.
Fyri aðru ferð havi eg eftir stuttari tíð lagt til merkis,
at Copilot, sær, hvat eg havi opið á skíggjanum. Tað ljóðar sum tann reina
paranoia og ein óskrivaður kapitil í framtíðarsøguni 1984 um Big Brother. Men nú er veruleikin lendur her og
innlagdur í telduna hjá mær. Á góðum føroyskum sær Copilot, hvat eg leiti
eftir, og hvat eg síggi í kaganum framman fyri mær beint nú.
Fyrra
dømið er, tá eg á Wikipedia leiti eftir Emmanuel Todd. Seinna dømið er, tá eg á sama staði, Wikipedia, beri saman Judit Butler og Frantz Fanon. Eg
havi í báðum førum strikað undir við reyðum, omanfyri og niðanfyri, har Copilot sigur seg síggja, hvat
eg havi opið á telduskíggjanum.
Ein nýggj
bókasavnstænasta. Effektiv, men eitt sindur óunnilig. Og eg veit meg ikki at
hava givið Microsoft tænastuni Copilot samtykki at koma inn á mína teldu og
fylgja við í, hvat eg nú kanska ella kanska ikki fari at spyrja um. Ørkymlandi.
Ikki minsta hjá skúlanæmingum, ið fyrstu ferð renna seg í tað, vit fyrr kallaðu
bókasavnstænastu á henda hátt.
Tí spyrji
eg fyrrverandi starvsfelagan, Tóra Slættalíð, sum er námslektari í
kt-didaktikki og støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, um, hvussu hetta hongur
saman -?
- Jú,
brúkar man Edge-kagan, so hevur man atgongd til Copilot á síðupanelinum. Hesin
kjattbotturin hevur atgongd til ymiskt, men ikki alt, sum tú hevur opið á
síðuni. Hetta er serliga galdandi fyri almennar síður sum Wikipedia, sum tú
vísur á - men bara ta síðuna sum er opin í løtuni. Hetta er mær vitandi ikki
galdandi fyri síður sum er aftanfyri eitt login, sigur Tóri.
- Sambært
Microsoft fáa vit, tá vit brúka Copilot í Edge fyrstuferð, eini boð um at
góðtaka at Copilot kann svara grundað á innihald, sum er á síðuni í kaganum, ikki
á telduni sum heild. Minnist ikki um eg havi fingið hetta. Hetta kann eisini
sløkkast aftur inni á innstillingunum í kaganum.
- Fólaskúlanæmingar
brúka oftast Copilot, men ikki í Edge-kaganum, tí teir hava oftast eina
Chromebook, sum bert brúkar Chrome. Versiónin sum næmingarnir brúka liggur inni
í Microsoft 365, og hevur ikki atgongd til opnar síður á sama hátt.
- Mann kann vænta, at vitlíki fer at gerast ein størri partur av kagum (browsarum) í
nærmastu framtíð. OpenAI hevur longu gjørt ein vitlíki-kaga, ChatGPT Atlas, sum
tó bert er tøkur til Mac í løtuni, og Perplexity hevur havt ein tøkan í longri
tíð. Og munnu Microsoft og
Google ikki fara at gera tað sama? Hetta fer serliga at gera tað møguligt at
fáa vitlíki at fremja uppgávur fyri og við okkum á netinum við sokallaðum
vitlíkis-agentum. Hetta kalli eg ofta fyri fremjandi vitlíki, tað vil siga
vitlíki, sum fremur uppgávur fyri okkum, sigur Tóri, sum eisini rekur
fyritøkuna tori.fo, har hann bjóðar skeið undir yvirskriftini: ”Styrkið tykkarakt-førleikar og lættið um arbeiðið.”
Meðan Tóri og eg samskifta um tekstin í hesum bloggi, skrivi eg til Copilot at gera ein mynd. Til ber ikki at gera myndir úr upprunatryggjaðum búmerkjum og lutum, men um eg kann senda tekstin, so skal Copilot gera eitt uppskot. Fyrsta uppskot, sum eg dyggiliga havni, fær hesa viðmerking við ynski um eitt betri: ”Haldi ikki hon er so forteljandi. Haldi ikki hon riggar til ein grein at lesa. Kanst tú gera eitt meira 1984 líknandi uppskot, sum kann brúkast og skiljast í eini skúlastovu?
- Her er eitt nýtt uppskot, Birgir - ein mynd, sum tú kanst brúka í eini skúlastovu ella í einum bloggi, har tú vil seta orð og eyga á tað, sum tú kallaði “ein óskrivaðan kapitil í framtíðarsøguni 1984”. Myndin er klár nú. Hon vísir:
👁 Eitt styliserað eyga sum glógvar í síðuni
á einum telduskíggja - eitt symbol upp á eygleiðing, ikki grafiskt, men
poetiskt og pedagogiskt.
🧑💻 Ein næmingur við teldu í eini vanligari
skúlastovu, har ljósið er mjúkt, men stemningurin eitt sindur óunniligur.
🖥 Skíggjin vísir ein kaga við opnum
vindeyga og lýsandi eyga í síðuni - ein visuell tulking av Copilot í Edge.
🎓 Undirvísingarvinarligt snið: Myndin er
greið, ikki ov dramatisk, og kann brúkast til at seta í gongd samtalu um
digitala nærveru, samtykki og vitlíki í skúlasetningi.
Hon er ikki ein dystopisk skrekkmynd, men ein metaforisk spegling av tí, tú lýsir í tínum teksti: “Ein nýggj bókasavnstænasta. Effektiv, men eitt sindur óunnilig.” Um tú vilt, kann eg eisini leggja tekstbrot inn í myndina ella gera eina útgávu við føroyskum orðum, sum undirstrika pedagogiska endamálið. Tú stýrir, eg fylgi.
Eg takk fyri gott maskinelt uppskot og spyrji, um til ber at seta stiliseraðu myndina inn í eitt nútíðar bókasavn á einum skúla?
- Gleðist,
Birgir - ja, sjálvandi kann eg leggja myndina inni í eitt bókasavnsskenar undir
pedagogiskum arbeiði. Her er ein mynd, sum hevur eina lítla skúlanæming við
telduni í einum skúlabókasavni. Sum tú metur, er hetta ein viðkomandi og
rithøvundarlig tulking av eygleiðararolluni hjá Copilot. Myndin er sjálvsøgd,
og skuggalagt, so hon veruliga fær eina 1984-ásyn omaná royndan hjá teimum, ið
eru røttum aldri at kenna hesa bókina.
Rættlesturin eigur Copilot, sum annars er ógvuliga frammarlaga á einum instruktivum og tænastusinnaðum føroyskum máli.
Takk fyri at tú las um prátið við Tóra og Copilot. Og bendingin av føroyskum fólkanøvnum? Kanska fer Copilot at gera tað lættari, við einum klikki, at koma til føroysk fólkanøvn og hvussu tey bendast, just sayin’.







Comments