Ítrótturin er forferdiliga gumpetungur í hesi prime time transmissión
eitt leygarkvøld. Tað havi eg ikki hoyrt, sæð ella upplivað fyrr í Kringvarpinum.
Tvørturímóti.
Hóskvøldið var ein flott tónleikaproduktión í Kringvarpinum.
Hendan, sum nú hevur koyrt við ítrótti í hálvan triðja tíma, er tað lægsta og
vánaligasta eg havi sæð, ikki minst takkað verið fótbóltsvertinum suðuri í
Sortudíki, sum har hevur tørv á at siga okkum, at hann hevur fingið nossini í klemmu í eini spandex drakt. Puff og
øv at senda fólki eitt leygarkvøld.
Er tað stuttligt at hoyra, at ein havnamavir hevur fingið
nossini í klemmu í eini føstulávintsrennidrakt í Havn, meðan hampafólk stása
seg upp og hugna sær í Klaksvík? Púff, Tróndur, púff Kvf! So langt úti, at eg
fái meg ikki…jú, hetta bleiv ov nógv, og mátti fáa nøkur orð á loggin.
Og fokking
verturin í Havn, hann blívur við. Og nú er besta innslag móti endanum: sangarin
Beinir!
Hvør
hevur produserað hetta fyri KVF?
Uppafturtøka, sum gamaní er eitt av endamálunum í eini árligari yvirlitssending, men staku lutirnir eru eftir mínum frægastu fatanarevnum lítið samanhangandi og serstakliga langdrignir.
Men hinvegin
- eg eri ikki av fremstu ítróttafjepparum, men tó skal sigast, at eg eri ein av
ídnastu Kringvarpslurtarum og -hyggjarum, og meini meg hava skil fyri miðlaframleiðslu,
og kunna siga, at hetta stóð ikki nakað kappingarmát. Whatsoever.
Eitt
leygarkvøld at renna seg í ein ógongdan miðlamur, sum ikki slepst uppum. Tað
var ikki gott, nú vit skuldu fagna ítróttini, og ístaðin rendu okkum í respektleyst
ósamanhangandi vrøvl.
Í miðlahøpi kundi tað valla verið verri, ítrótt ella ikki.
Bara mín eyðmjúka meining, förstås.

Comments