Skip to main content

Sophilia spískar samleikan

 

Fjórða sendingin úr Hoydølum hevði MC Restorff sum stjørnuskaldarkjarnu, ið ungu sangspírarnir tulkaðu afturvið vælsamanspælda orkestrinum, tight og uttan kór og aðra stafasju, sum vit altíð hava í plátuframleiðslu. Nakið, nærverandi og natúrliga ektað. Framhaldandi framúr.

Vit skilja í prátinum, at MC er úr Ebenezer, sum er brøðrasamkoman í Havn, og at hann var hin fyrsti at taka trummur og elektrisk ljóðføri við í samtíðar sang- og tónleikatraditiónina har, og seinni eisini byggja brúgv millum andaligan og verðsligan tónleik.

Filmiski karmurin um hetta nýbrot er í forfalnu Hoydølum, har okkara nú rættuliga kendu úrvaldu sangtalent, seks í tali, hava sett seg við skúlaborðini og fingið eitt tal, sum sigur hvør røðin er.

Fyrst er Emma við sanginum ”Kvøða til pinkubarnið”. Varisliga følið, stillført, innfølt og reint, fær hon sangin at vaksa í vavi, og megnar at lyfta hann, uttan at vit sakna seinasta ørindi, sum MC peikar á, og nevnir sangsins syklus, og at hann nú er endurføddur, sangurin. Ein góð byrjan og stuttliga hugfarslig eygleiðing hjá tænastusinnaða MC. Framúr framleiðsla.

Annar sangur er við Onnu Lovisu, sum syngur "Summarið við tær" við lagi hjá Regini Guttesen. Hans Poulsen kemur við í ljóðmyndina, vit fáa eina religiøsa innføring, sum tó ikki skal fáa onnur at føla seg uttanfyri, sum liggur ungu sangarinnuni álvarsliga á hjarta. Samanspælið er framúr, gittarpicking hjá Paula og trummurnar hjá Vár serliga. Tey tosa um fría valið at broyta orð í einum kendum sangi, at velja millum sakn og hat. Áhugavert og djarvt.

Triði sangur er við Bjarka, sum hevur valt "Summarið", ið aftur er lag eftir Regin Guttesen. MC tosar um at ferðast á bygd og at búgva á Barnaheiminum. Eftir henda óvæntaða vinkul, heilsar hann unga sangaranum við eini strofu úr You light up my life. Ein sangheilsan, sum bara MC kann. Herrligt og væl fangað uttan at verða fjákut. Ektað.

Fjórði sangur er "Trúgv", sum Jóhanna hevur valt. Hon gongur í Tabor á Toftum, har hon er sangari við føstum sessi. Hon gleðist um trúnna, sum hon fann og dyrkar. Útsetingin er catchy, lágur sangur, at røkka komandi hæddunum við sterku røddini, sum er rólig við góðum nuansum, ið fanga krókarnar í nýskipaða sanginum, sum mest sum er west coast. MC peikar á persónliga innvenda trúgv, í andsøgn við aðrar tankar og siðvenjur, sum innibyrgja, forða og taka sýnið, tí tey vilja hava ræðið á øðrum og ikki bara sær sjálvum. Øll verða rørd, og hetta er týðuliga sangurin, ið liggur MC tyngst á hjarta. Tað fáa vit eisini at vita til endans.

Fimti sangur er hin víðagitni "Føroyingar", sum Sophilia hevur tikið til sín. Hon syngur í gospelkóri og tosar um at møta føroyingum, sum blíva kløkkir, tá hon dugir føroyskt, so ikki er neyðugt at tosa enskt við hana. Hetta er mín samleiki og eg staðfesti hann í hesum sangi, sigur hon. Kvøðuljómaslagarin "Føroyingar". Hon syngur við feel og soul og leggur egnar listaligar gávur fyri rest omaná sangin, sum verður eitt stórbært super bowl statement, heldur enn ein triviell sjálvfylgja. Eftir piano pískar og vindur hon upp eina rapp shuffle heilt út í rúmdina, beint úr dagsins Føroyum, og so er ein Jimi Hendrix star-spangled banner sloyfa frá Paula til endans. Hetta er tað besta eg havi hoyrt í langa tíð. Har tað sjálvsagda møtir tí óvæntaða.

Ikki minst tá Sophilia sjálv sigur, at hetta var ein fittur sangur. Men tú vart eisini ein rebellur, ha, spyr hon MC. Jú, eg var ein behagari, sigur MC. Gott prát allan vegin í gjøgnum.

Sætti og seinasti sangur er Filip, sum syngur "Ein glotti fyri framman". Hann syngur eisini í gospelkóri, sum merkir framførsluna, sum er í soul dance stíli, sum í nýggja Elvisfilminum EPiC, við funky trummum, keyboardi og gittar plukk sum hjá svenska Eric Gadd og hansara orkestri, eg dyrkaði tá í tíðini. Eitt framúr lag hjá Regini Guttesen, sum aftur bendir meg á ljóðtankan um west coast tónleik, sum onkur í dag kallar yacht rock. Deiligt, tí fært huga at skrúva hart frá.

Stuttligast í kvøld var prátið millum Filip og MC, har hin seinni sigur, at mann yvirhøvur ikki dansar í hesi meinigheitini, í hvussu er ikki úti, men kanska heima, og tá bara við tínum maka. Fantastisk orð um titt forhold til tónleik, og hvørt tað er motoriskt ella intellektuelt. Ikki minst, tá MC sigur við Filip: "Og tú dansaði einsamallur, við sanginum og fyri Gudi!" 

Betri sloyfa kann neyvan knýtast um sendingina úr Hoydølum í kvøld.

Takk fyri! 



Comments

Anonymous said…
Góði. Skriva fleiri føroysk orð!
Anonymous said…
Les innihaldi. Ella fá tær eitt lív.